Lærlingur til fíggjardeildina
Posta
Kundi tú hugsað tær at fingið spennandi arbeiðsroyndir samstundis, sum tú tekur eina útbúgving? So ert tú kanska okkara næsti skrivstovunæmingur við sergrein í búskapi til Fíggjardeildina á Posta.
Tú gerst partur av einum fakligum og spennandi arbeiðsumhvørvi, og tú fært gott innlit í arbeiðsgongdir í sambandi við fíggarliga partin av Posta. Á fíggjardeildini starvast fimm fólk, sum hava øll fíggjarlig viðurskifti á Posta um hendi.
Tú skalt trívast í einum ferðmiklum gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum uppgávum.
Vit leita eftir tær, sum hevur lokið miðnámsútbúgving. Vit vænta, at tú ert áhugað/-ur í tølum og at tú ert ágrýtin. Týdningarmiklast fyri okkum er, at tú ert til reiðar at læra og gerast partur av einari flutningsfyritøku, sum hevur allar Føroyar sum arbeiðspláss.
Hitt okkum á JobMatch til eitt prát, um tú ert áhugað/ur í at koma í skrivstovulæru.