Lærlingur innan fyrisiting til Ocean Rainforest
Ocean Rainforest
Vit søkja skrivstovulærling við sergrein innan fyrisiting. Til rætta viðkomandi kann talan vera um sergrein í búskapi.
Talan er um fast starv og uppgávurnar fevna um alt í vanligari fyrisiting so sum hjálp við bókhaldi, fakturering, lønum, prosjektroknskapum, samskifti við viðskiftafólk og starvsfelagar í Føroyum og útlondum.
Vit vænta at tú
• ert álítandi, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
• megnar at samskifta við starvsfelagar og viðskiftafólk á føroyskum og enskum
• tað er ein fyrimunur – men ikki ein treyt – at tú hevur relevantar royndir.
Vit bjóða
• eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum dynamiskum og altjóða umhvørvi
• fryntligar og dugnaligar starvsfelagar, ið stuðla tær
• eitt óformelt og virkið arbeiðsumhvørvi
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú ringja til Steinbjørn í Dali á 217366. Umsóknir við møguligum viðmælum kunnu sendast til application@oceanrainforest.com. Løn og setanartreytir sambært avtalu.
Umsóknarfreistin er 15 januar og starvið verðir sett skjótast møguligt. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Ocean Rainforest alir tara og framleiðir taraúrdráttir í Føroyum og USA, eins og samstarv er um aling í Íslandi, Danmark og Norra.
Í Ocean Rainforest arbeiða 25 fólk í 5 ymiskum londum. Høvuðsvirksemi er í Kaldbak í Føroyum og vit hava dóttirfeløg í USA, Skotlandi og Íslandi umframt skrivstovur í Danmark og Niðurlondum.