Lærlingar til SEV – tveir maskinsmiðjulærlingar

SEV


SEV sóknast eftir tveimum eldhugaðum maskinsmiðjulærlingum at byrja fyrst í komandi ári. Um tú ert áhugaður í motorum og hevur hug til eina útbúgving, sum skiftir millum at fáast við motorar og framleiða streym til Føroyaland allan sólarringin meginpartin av lærutíðini – men eisini er í skúla ein part av lærutíðini - so er útbúgvingin sum maskinsmiður kanska hin heilt rætta til tín.

Í lærutíðini ert tú partur av einum vælskipaðum arbeiðsplássi, har tú fært starvsfelagar og lærumeistarar, sum stuðla og vegleiða, so lærutíðin verður áhugaverd og lærurík í tryggum kørmum.

Í lærutíðini lærir tú um motorar, framleiðslutilgongdir, viðlíkahaldi og montering av motorum. Skúlagongdin er skipað so at tú 1. og 2. árið ert í skúla í 20 vikur og 3. árið í 10 vikur. Umframt hetta kemur sjálv sveinaroyndin.


Fyri bæði læruplássini er galdandi, at tú ert fryntlig/ur, arbeiðssom/samur og hevur í minsta lagi 9. floks prógv. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, møtir stundisliga og væl upp.

Uppgávur
Í lærutíðini verður tú í tínum serstaka leikluti við til at veita øllum Føroyingum streym. Talan er um nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur, meðan tú sum lærlingur á Sundi primert starvast har, hevur nógvar starvsfelagar og hevur við stórar motorar at gera, so far lærlingurin á Strond í Klaksvík møguleikan at vitja og arbeiða á øllum útoyggjum í Føroyum saman við royndum starvsfelagum. Lærlingurin hevur sín arbeiðsstað á verkinum á Strond, men fer serliga summarhálvuna nógvar túrar á útyggj.

Arbeiðsstaður
Annar maskinsmiðjuslærlingurin hevur arbeiðsstað á SEV-verkinum á Strond í Klaksvík og hin á Sundsverkinum í Havn

Løn o.a.
Løn og starvsviðurskifti verða ásett sambært lærusáttmála.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar í mun til læruplássið á Strond fáast frá Sæmundi Tausen, verkmeistara og um læruplássið á Sundi frá Jørgin Mørkøre, verkmeistara, báðir á telefon 34 68 00. Umsóknarfreistin er mánadagin 7. januar 2019.Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

T-postur: starv(at)sev.fo

ella

Elfelagið SEV,
Postrúm 319,
FO-110 Tórshavn
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

GG.: Viðmerk í umsóknini, um tú søkir læruplássið á Strond í Klaksvík ella á Sundsverkinum.

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 160 fólk starvast í føstum starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.



Les meira