LÆRLINGAR TIL ARTICON

ArtiCon


Er tú klár/ur at fara í gong við  eina spennandi yrkisútbúgving sum múrari, timburmaður/kvinna, byggismiður innan bygging ella byggismiður innan verklag?

Vit søkja eftir lærlingum innan byggi- og verklagsvinnuna at byrja 1. februar 2022 ella eftir nærri avtalu. Ein útbúgving sum tú kann brúka alt lívið!

Sum lærlingur í Articon fær tú eina spennandi og væl skipaða útbúgving innan byggi- og verklagsarbeiði.

Saman við okkara dugnaligu handverkarum og arbeiðsleiðarum verður tú partur av einum toymi við hollari fakligari vitan og nógvum royndum. Ein lærutíð skiftir ímillum spennandi arbeiðsuppgávur og menning úti á einum byggiplássi og bókliga førleikamenning á teknisku skúlunum í Havn, í Klaksvík ella í Danmark í tilsaman 55 vikur. Lærutíðin er 4 ár. Teknisku skúlarnir hjá múraralærlingum og byggismiðlærlingum eru í Danmark. Teknisku skúlarnir til timburlærlingum eru í Havn ella í Klaksvík.

Tá lærutíðini er liðug, hevur tú fingið eina útbúgving, sum opnar nógvar hurðar fyri framtíðar møguleikum sum handverkari. Tú hevur harumframt eisini fleiri møguleikar til víðari lesnað innan millum annað byggi- ella verkfrøði.

Dygdin, trivnaðurin og trygdin hava sera stóran týdning í Articon. Tí skipa vit fyri serligum lærlingadøgum, regluligum lærlingasamrøðum og ymiskum trygdar- og trivnaðartiltøkum í lærutíðini. Á hendan hátt góðskutryggja vit, at tú fær eina dygdargóða útbúgving sum handverkari.

Hvør kann søkja?

Vit ynskja fyrst og fremst, at tú hevur áhuga og ídni til tað verkliga arbeiðið. Tú er liðug/ur við  nám x í Fólkaskúlanum ella eina miðnámsútbúgving.

Vit ynskja starvsfelagar, sum eru nærlagdir, álítandi, duga væl at samstarva og vilja náa einum dygdargóðum úrsliti.

Spurningar og umsókn

Vil tú vita meira um, hvussu tað er at vera lærlingur í Articon, er tú vælkomin at seta teg í samband við Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðara á telefon +298 226117 ella Hera Kjærbo, HR-leiðara á telefon +298 286171. Freistin at søkja er 2. januar 2022.

Tú søkir læruplássið sum:

Múrararalærlingur her.
Timburlærlingur her.
Byggismiðlærlingur innan verklag her.
Byggismiðlærlingur innan bygging her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni sløk 230 fólk.



Les meira