Kundi tú hugsað tær at skriva uppgávuna saman við Ársins virki 2018?

ArtiCon


Vit halda, at tín útbúgving er virðismikil og týðandi. Hon kemur bæði vinnulívi og samfelagi sum heild til góðar. Tí vilja vit fegin bjóða tær møguleikan at skriva uppgávuna saman við okkum. Tað er eingin ivi um, at bæði tú sum lesandi og vit sum arbeiðsgevari kunnu fáa nógvar spennandi og lærandi upplivingar.

Vit eru altíð áhugað í at frætta meira frá tær, um tú hevur onkur góð hugskot til okkara verkætlanir.

Tú fær ein vegleiðara, tá tú skrivar uppgávuna. Saman finna vit eina væl egnaða verkætlan sum er í veruliga arbeiðslívinum. Hetta merkir, at tín uppgáva kann fáa týdning fyri okkara arbeiði og kundar okkara.

Kom og vitja okkum á Jobmatch, so kunnu vit fáa eitt innleiðandi prát um møguleikarnar.



Les meira