Kundi tú hugsa tær at arbeitt sum Arkitektur hjá SNA

SNA


Kundi tú hugsað tær eitt starv í einum skapandi umhvørvi.
Hevur tú útbúgving sum arkitektur, ert tú kanska rætti persónurin at gerast partur av okkara arkitekta toymi.

Vit hava bæði størri og smærri verkætlanir, so góður møguleiki er at fáa fjølbroyttar uppgávur, avbjóðingar og royndir í stavi hjá okkum, har tú kemur at arbeiða í toymum saman við okkara dugnaligu starvsfólkum. Vit eru ein framsøkin fyritøka, sum miðvíst arbeiðir við at skapa bestu karmarnar at liva og virka í.

Sum útgangsstøði rokna vit við at tú ert
·         kreativur
·         ágrýtin og megnar sjálvstøðugt at skapa úrslit
·         ert opin, útvendur og hevur góð samstarvsevnir
·         ert tilvitaður um góðsku og ert fakliga dugnaligur

Starvsroyndir og góðar BIM førleikar er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Kom og vitja okkum á Jobmatch, so kunnu vit fáa eitt innleiðandi prát um møguleikarnar og greiða frá tínum royndum.

Vit eru á bási 23. Vit gleða okkum at møta tær.

Hvørji eru vit?
SNA Sp/f er ein nýmótans norðurlensk arkitektafyritøka við 25 starvsfólkum, ið hevur høvuðssæti í Tórshavn og eina deild í Keypmannahavn.

SNA hevur síðani stovnan í 2001 ment seg til at gerast eitt tað størsta arkitektavirkið í Føroyum í, sum í dag kann vísa á eitt stórt tal av byggiverkætlanum, sum eru mentar hesi árini. SNA hevur drúgvar royndir frá nógvum almennum, kommunalum og privatum byggiverkætlanum.

Les meira um okkum á www.sna.fo



Les meira