KT- trygdarleiðari til Sev

SEV


Vit sóknast eftir KT-trygdarleiðara at hava ábyrgd av at skipa og hava eftirlit við KT-trygdini í fyritøkuni. KT-trygdarleiðarin vísir til deildarstjóran fyri fyrisiting, og á KT-trygdardeildini er eitt starvsfólk aftrat KT-trygdarleiðaranum.

Uppgávur/Ábyrgdarøki
Streymveiting er ein samfelagstýðandi tænasta, ið hevur ein avgerandi leiklut í at tryggja virkisførið í landinum. Fyri streymveitingina er KT eitt neyðugt amboð, ið stuðlar undir grundleggjandi virkseminum hjá Sev.

Fremsta uppgávan hjá KT-trygdarleiðaranum er í høvuðsheitum at seta út í kortið og útinna eina KT-trygdarstrategi fyri føroysku elskipanina, og at tryggja KT-undirstøðukervið, so upplýsingar eru goymdar sambært galdandi reglum um trúnað. Harumframt skal tryggjast, at upplýsingarnar eru rættar og atkomuligar.

Ábyrgdarøkið hjá KT-trygdarleiðaranum fevnir bæði um allar fyrisitingarligar skipanir (KT) á Sev og allar operationellar skipanir (OT) til at stýra elveitingini, eftir hetta nevnt KT.

KT-trygdarleiðarin hevur ábyrgdina av, at KT-trygdin er á haldgóðum støði og saman við KT-leiðaranum at samskipa KT-trygdina. Hetta merkir:

• At tryggja, at Sev hevur tær KT-trygdarfyriskipanir, sum eru neyðugar at standa ímóti KT-váðum og hóttanum
• Hava eftirlit við, at KT-trygdarpolitikkurin og KT-trygdarleiðreglurnar verða fylgd
• Áhaldandi at eftirmeta og betra um KT-trygdararbeiðið sambært KT-trygdarstandardum og -váðum
• Váðagreina KT-trygdina yvirskipað, í skipanum og í sambandi við broytingar innan KT
• Eftirmeta og dagføra KT-trygdarpolitikkin
• Leggja ætlan fyri at minka um váðarnar og seta í verk sambært ætlanini
• Menna leiðreglur, mannagongdir og eftirlit innan KT-trygd
• Áhaldandi at dagføra vitanina innan nýggjar váðar, hóttanir, amboð og kunnleika til KT-trygd
• Skipa fyri kunningarátøkum og ráðgeving fyri nevnd, leiðslu og starvsfólkum um KT-trygd
• Góðkenna KT-trygdarviðurskifti í sambandi við menning, rakstur og dagføringar
• Skjalfesta og handfara KT-trygdarhendingar, og tryggja at røttu viðkomandi verða kunnað
• Framhaldandi at menna og testa KT-tilbúgvingarætlanina


Vit vænta, at tú hevur viðkomandi KT-útbúgving og royndir innan KT-trygd og fer eldhugað/ur til verka. Harumframt vænta vit, at tú:
• kennir viðkomandi KT-trygdarstandardir og dugir at umseta hesar til ítøkiligar ætlanir og átøk
• dugir at avlesa og handfara ymiskar støður og hendingar, sum kunnu íkoma í sambandi við arbeiðið innan KT-trygd
• fegin lærir frá tær
• dugir at seta teg inn í nýggjar skipanir og hvussu vit verja tær
• kýtir teg at hava hollastu vitanina í mun til at verja ímóti nýggjum hóttanum, sníkum og álopum

Tað er ein fyrimunur, at tú hevur praktiska vitan og royndir innan KT-rakstur og -trygd, bæði innan tað fyrisitingarliga og tað operationella.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevni og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tú megnar at varðveita góða samstarvið, eisini tá fleiri sjónarhorn og atlit eru at taka. Sum KT- trygdarleiðari veitir tú ráðgeving á Sev, og tí leggja vit dent á góðar samskiftisførleikar bæði á føroyskum og enskum.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virkisvirðunum hjá Sev, sum eru samstarv, eldhugi og virðing.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og geva eisini møguleika fyri førleikamenning á økinum.

Løn
Sambært sáttmála millum Sev og Starvsfelagið, lønartalvan hjá Tænastumannafelagnum, lønarflokkur 36,1 umframt 15% í pensjón.

Arbeiðsstaður
KT-trygdarleiðarin hevur skrivstovu á høvuðsskrivstovuni á Landavegnum – arbeiðsuppávurnar eru tó um alt landið, tískil skal væntast nakað av ferðing.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga Bendtsen, deildarstjóra fyri fyrisiting hjá Sev á tel. 286182.

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til:
starv@sev.fo

Umsóknir skulu vera Sev í hendi í seinasta lagi mikudagin 3. januar 2024.



Les meira