KT-supportari til Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu
Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænasta
Megnar tú at hava fleiri bóltar í luftini samstundis? Dugir tú eisini at samstarva við fleiri fakbólkar og á fleiri pallum? Og vilt tú vera við til at veita eina góða tænastu? So hava vit rætta starvið til tín.
Á KT-eindini loysa vit uppgávur sjálvstøðugt og saman. Vit leggja dent á yrkisførleikar og tvørfakliga sparring og hava fokus á smidligar og brúkaravinarligar KT-loysnir við høgum trygdarstøði.
Vit leita eftir einum dugnaligum KT-supportara til okkara KT-eind sum er staðsett í býráðshúsinum í Klaksvík.
Arbeiðsuppgávur
Sum KT-supportari ert tú partur av eini eind við nærløgdum og tænastusinnaðum starvsfeløgum – sum veita tænastur til kommunal arbeiðspláss og eldraøkið, ið støðugt vaksa. Høvuðsuppgávan verður at viðlíkahalda og menna verandi skipanir, soleiðis, at tær áhaldandi skapa meirvirði fyri bæði starvsfólk og borgarar. Harafturat eru uppgávur:
– At veita KT hjálp til starvsfólk, m.a. við support uppgávum yvir telefon, teldupost og úti á teimum mongu deildunum, stovnunum og eindunum runt um í býnum og kommununi.
– At klárgera og seta upp KT útgerð, m.a. teldur, teldlar, fartelefonir og prentarar
– At umsita og viðlíkahalda KT-skipanir
– Umsiting av brúkarum og brúkara atgongd í okkara skipanum, m.a. Active Directory og VPN
– At feilfinna og loysa grundleggjandi trupulleikar á bæði hardware/software, t.d teldum og prentarum, og møguliga fráboða til uttanhýsis veitarar.
– At gera brúkaravinarligar vegleiðingar, bæði til innanhýsis brúk á KT deildini og til sjálvhjálp hjá okkara starvsfólkum.
– Menna og effektivisera supportuppgávurnar
Førleikar
Vit vænta, at tín KT-amboðskassi er dagførdur:
– Tú hevur útbúgving sum KT supportari og/ella starvsroyndir á KT-økinum
– Tú hevur holla vitan og royndir við support. Harafturat hevur tú vitan og royndir innan trygd, skráseting og skjalfestan av arbeiði og loysnum
– Tú ert forvitin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni og arbeiðsgongdir, og harvið megnar at nema tær nýggja vitan. Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kennir tínar styrkir. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst
– Tú hevur arbeitt við Active Directory, Microsoft 365 og Microsoft Entra ID
– Tað er ein fyrimunur, at tú hevur innlit i Microsoft Server, Linux server, VMWare og Veeam B&R
Vit ímynda okkum eitt starvsfólk, sum:
– Er ein góður samstarvsfelagi og megnar at arbeiða í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi
– Er skipað og lagaligt við eyga fyri smálutum, og sum megnar at raðfesta í mun til avtalaði mál
– Tað fellur tær lætt og natúrligt at miðla tína vitan til tínar starvsfelagar
– Hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga, og er fyrikomandi og tænastusinnað
Á KT-eindini er umráðandi, at vit duga at samstarva um uppgávur, bæði í eindini og tvørturum deildir.
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv og lønin er sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið. Starvsbyrjan er 1. mars ella skjótast gjørligt.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Holgar Johannesen, KT-leiðara, á tel. 228788 ella tpost. holgar@klaksvik.fo
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast týsdagin 2. januar 2024
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Supportari til Klaksvíkar kommunu og NBH
Um KT-eindina
Vit eru ein ágrýtin og nærlagdur starvsfólkahópur, ið leggur stóran dent á yrkisførleika og gott samstarv.
Vit leggja dent á góðar arbeiðsumstøður og ein jaligan hugburð, og at tú frá byrjan fært eitt gott innlit í títt arbeiðsøki og í mannagongdirnar á eindini, soleiðis at tú ert før/-ur fyri at røkja tínar arbeiðsuppgávur til fulnar.
Klaksvíkar kommuna er næst størsta kommuna í landinum. Tað starvast á leið 350 fólk í kommununi. Umsitingin í Klaksvíkar kommunu er skipað í eitt trivnaðarøki, vinnu- og mentanarøki og eitt tekniskt øki. Harumframt fevnir umsitingin um eina stjórnarskrivstovu, sum er mannað við ymiskum fakbólkum á fjølbroyttum fakøkjum.
Hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu starvast á leið 200 starvsfólk á teimum 11 eindunum.
Til ber at lesa meira um kommununa á klaksvik.fo og um NBH á nbh.fo.