KT starv við altjóða avbjóðingum


Synack stendur í vøkstri og er eisini við at fóta sær úti í heimi. Vit leita eftir einum starvsfelaga, ið trívist í einum tekniskum umhvørvi og ynskir at vera partur av okkara ferð í at menna eitt føroyskt KT virkið. Eitt virki, ið kann bjóða spennandi KT størv í Føroyum við altjóða avbjóðingum.

Vit hava starvsfólk, ið tosa danskt og enskt, sum sita í Føroyum og Danmark. Tú skalt tí trívast í einum altjóða umhvørvi, har tann rætta tekniska loysnin til kundan er avgerandi.

Starv og ábyrgd
Tú kemur at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum innan ráðgeving, netumsiting og support.

Vit vænta, at tú eftir stuttari tíð, við góðari ráðgeving til kundar okkara, sniðgevur og setur í verk røttu KT loysnina, ið ger gerandisdagin hjá kundum okkara lættari.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, við møguleika fyri at leggja arbeiðsdagin til rættis í mun til tað arbeiði sum skal gerast, fyri at varðveita eitt høgt tænastustøði mótvegis okkara kundum.

Vit vænta, at tú
·       Brennur fyri KT!
·       Hevur førleikar innan eina ella fleiri av fylgjandi tøkni:
o   Microsoft
o   VMware
o   Veeam
o   Linux
·       Hevur innlit í tí nýggjastu tøknini og rákinum
·       Ynskir at taka certificeringar
·       Ert málrættað/ur og dugir at raðfesta týðilig mál
·       Klár/ur at taka eina hond í, tá tørvur er á hesum
·       Ert fyrikomandi og uppsøkjandi

Vit bjóða
Vit síggja Synack sum eitt ungt og spennandi virki, sum kann bjóða eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv, har tann rætti persónurin fær møguleika fyri at fáa eina ávirkan á menningina og gongdina hjá felagnum. Vit ynskja eisini, at okkara starvsfelagar brenna fyri tí, tey arbeiða við. Tí síggja vit skeiðvirksemi og certificeringar sum ein natúrligan part av virkseminum.

Tú kanst arbeiða heimanífrá, men væntandi mest úti hjá kundum ella á skrivstovuni. Tú fært í fyrstu atløgu útflýggjað eina teldu og fartelefon og kanst tí sjálv/ur leggja arbeiðsdagin til rættis. Vit leggja tó dent á samanhald, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, har vit møtast út yvir tað dagliga samstarvið.

Umsókn
Starvið verður lønt sambært avtalu og verður sett tá ið tann rætti umsøkjarin er funnin. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heðin Ejdesgaard Møller á tlf. 77 11 10 ella á hej@synack.fo

Umsókn við prógvum og lívsrensli skal sendast til synack@synack.fo



Les meira