KT-mennari til okkara nýggju deild, Talgild menning

Almannaverkið


Vilt tú vera við til at talgilda Almannaverkið?

Vit leita eftir einum KT-mennara, sum kann vera við í arbeiðinum at talgilda Almannaverkið.

Deildin hevur ábyrgd av okkara málsviðgera- og útgjaldsskipan, sum er snúningsdepilin í stórum parti av tí, sum vit gera.

Deildin arbeiðir eisini saman við Talgildu Føroyum við at menna sjálvavgreiðslur á Vanganum, soleiðis at borgarar í túsundatali kunnu avgreiða síni viðurskifti talgilt.

Frammanundan starvast tvey fólk á deildini, sum eisini hevur samstarv við uttanhýsis samstarvsfelagar.

Við 240.000 árligum veitingum og tænastum, 15.000 avgreiddum umsóknum og umleið 1.3 mia. krónum í sosialum veitingum eru stór krøv sett til okkara fyrisiting og harvið eisini KT-skipanir.

Tú hevur tí

  • lætt við at nema tær kunnleika
  • evni at samstarva í einum toymi
  • hug til avbjóðingar og evni at hugsa sjálvstøðugt
  • áhuga fyri vev-tænastum, C#, SQL og framleiðslu av rapportum

Førleikakrøv

  • Tú skalt hava arbeitt við C# og SQL
  • Tú skalt hava arbeitt við at gera vev-tænastur (webservices)
  • Tú skalt hava viðkomandi kandidat- ella bachelorútbúgving í KT

Vit bjóða tær
Vit hava flextíð, sum ger tað lætt at fáa javnvág millum familju- og arbeiðslív. Tú verður boðin at menna tínar førleikar á skeiðum og líknandi, so vitanin hjá tær er dagførd. Vit bjóða tær tryggar og væl skipaðar umstøður á einum góðum arbeiðsplássi, har trivnaðurin er í hásæti.

Um starvið
Starvið er fulla tíð og verður sett skjótast gjørligt. Arbeiðsstaðurin er á Staravegi 18 í Tórshavn. KT-mennarin vísir til deildarleiðaran í Talgildari menning, sum er deild undir Viðskiftadeplinum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta HER

Freist
Umsóknir við CV, avrit av prógvi, viðmæli og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 04.01.2022 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jacob Horn Nielsen, deildarleiðara, á tlf. 215175 ella á telduposti jacobhornn@av.fo.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fyrisitingarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.



Les meira