KT-fólk við trygd sum sergrein

Betri Banki


Dámar tær at arbeiða í torgreiddum KT-umhvørvi við margfallum skipanum, við KT-váðum og KT-trygdarloysnum, hevur tú hug og hegni at fevna víða og finna góðar loysnir á støðum tvørtur um virkisøki í bankanum, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Tú verður partur av KT- og Menningardeildini, har KT-trygd er ein týðandi partur í talgildu ætlan bankans. Á deildini starvast 13 dugnalig starvsfólk umframt uttanhýsis konsulentar, sum eru fast knýttir at deildini.

Uppgávur

Sum KT-fólk við trygd sum sergrein, hevur tú leypandi eftirlit við aktuellum váðum við tí í hyggju at greina og raðfesta, hvørji trygdartiltøk geva størst trygdarvirði. Tú verður aktivur partur av váðastýringini á KT-økinum í bankanum umframt at fert tú at íverkseta trygdartiltøk. NeupartOne er stýringsamboð til KT-trygd.

Tínar fremstu uppgávur vera at

– skipa og seta í verk KT-trygdarloysnir sambært lóggávu á fíggjarøkinum
– íverkseta KT-trygdarleiðreglur og tryggja at hesar verða hildnar
– váðameta eginmentar- og felags KT-loysnir
– fylgja upp í sambandi við váðametingar, trygdarskanningar, ISAE 3402, v.m.
– útføra og skjalfesta eftirlit sambært eftirlitsskipan

Tínir førleikar

Fleiri vegir kunnu føra til starvið, men vit ímynda okkum, at tú:

– hevur viðkomandi hægri útbúgving
– hevur royndir innan KT og KT-trygdararbeiði
– brennur fyri KT og KT-trygd
– kennir ISO27001/02/05 og líknandi rammuverk
– dugir væl at orða teg í skrift og í talu á føroyskum og donskum
– arbeiðir sjálvstøðugt, kanst leggja til rættis og tekur ábyrgd fyri at fáa uppgávur loystar
– dugir at samstarva og finna loysnir tvørtur um virkisøki

Vit bjóða tær

Eitt spennandi starv, dugnaligar starvsfelagar, góðar arbeiðsumstøður, kappingarføra løn og setanartreytir. Starvsstaðurin er Yviri við Strond 2 í Tórshavn.

Umsóknarfreistin er 15. januar 2024

Send okkum ein teldupost við tínari umsókn við avritum av CV, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum til starv@betri.fo.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Sóleyð Hofgaard, KT og Menningarleiðara, á 548 370/smh@betri.fo ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á 548 224/bw@betri.fo.



Les meira