Kt–fólk til Nám/Próvstovuna – endurlýsing

NÁM/Próvstovan


Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki til setanar 1. februar. Starvsfólkið verður partur av kt-toyminum. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi og Próvstovuni við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Tann, ið settur verður, fer at hava stóra ávirkan á innihaldið í starvinum.
Umsøkjarin skal vera kreativur, kveikjandi, álitisvekjandi, framsøkin og sjálvstøðugur. Starvið er bæði tekniskt og didaktiskt við serligum atliti at próvtøkuskipanini WiseFlow.

Arbeiðsøkið fevnir umat vera við til at
– skipa kt-partin í Próvstovuni (WiseFlow o.a.)
– veita kt-hjálp innanhýsis og uttanhýsis
– hjálpa til við skeiðum og hava tætt samband og samstarv við skúlar
– menna tekniska og kt-didaktiska partin á øllum økjum í Námi

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur
– útbúgving frá hægri lærustovni
– góðan kunnleika um kt og talgildar loysnir (Microsoft 365 o.a.)
– góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt
– góðar samskiftisførleikar
– Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur viðkomandi royndir frá fólkaskúla ella miðnámsskúla.

Setanarviðurskifti
Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nøkrum bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðarkarmar. Um tørvur er á tí, er møguleiki at útbúgva seg víðari innan fakið. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag við setan 1. februar 2024 ella skjótast gjørligt.

Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 3. januar 2024 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

Um Nám og Próvstovuna
Nám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Aðalmálið hjá Námi er at vera ein sjónligur viðspælari og viðvirka til, at yrkisføri, albúgving, tøknifatan, burðardygd, inklusión og trivnaður eru í hásæti í undirvísingarverkinum.

Nám vil við undirvísingartilfari, ráðgeving, skeiðum, netverkum og eftirmetingartænastum skapa karmar um forvitni, lærihug, albúgving og trivnað, so vit kunnu vera við til at menna undirvísingarverkið og samfelagið.

Próvstovan er deild í Námi, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum aðalráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, heilsuskúlanum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. www.provstovan.fo  ella www.nam.fo



Les meira