KT fólk til Búskaparskipan Landsins

Gjaldstovan


Búskaparskipan landsins er felagsheitið fyri skipanirnar á Gjaldstovuni, sum stuðla undir almenna roknskapin. Skipanirnar eru í høvuðsheitum: Búskettskipanin, Leiðslukunningarskipanin, Lønarskipanin, Roknskaparskipanin og Útgjaldsskipanin

KT virksemið á Gjaldstovuni økist alsamt. Tí søkja vit eftir KT fólki at vera partur av Búskaparskipan landsins umsitingini, sum umsitur Búskaparskipan landsins.

Starvið
Høvuðsuppgávan er at umsita og menna Búskaparskipan landsins.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. hesar:
o   veita brúkarahjálp
o   umsita brúkarar
o   menna arbeiðsgongdir
o   arbeiða við trygd
o   samskifta við veitarar
o   luttaka í verkætlanum

Búskaparskipan Landsins umsitingin stendur eisini fyri menningaruppgávum á KT økinum á Gjaldstovuni sum heild. Tøknin, sum Búskaparskipan landsins byggir á, er fyrst og fremst Oracle.

Førleikar
Tú skalt vera fyrikomandi og leggja dent á at veita góða tænastu, tí nógv samskifti er við brúkarar, onnur starvsfólk á Gjaldstovuni og KT veitarar.

Tú skalt hava útbúgving, sum samsvarar við telduatstøðing ella bachelor í KT.

Búskaparskipan landsins stuðlar undir almenna roknskapin, og tí er tað ein fyrimunur at duga roknskap.

Arbeiðið fyrsta árið verður skipað so, at tú fær høvi at seta teg inn í allar tættir av Búskaparskipan landsins.

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Starvið verður lønt eftir, hvørjar royndir og viðkomandi útbúgving tú hevur.

Starvsstaður
Starvsstaðurin er í Klaksvík.

Umsókn
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal verða send til Gjaldstovuna á starv@gjaldstovan.fo.

Umsóknin skal hava frámerkið “KT fólk til Búskaparskipan Landsins”.

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Dáva Johannesen, deildarstjóra, á 212441 ella davur@gjaldstovan.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 14. januar 2019.

Gjaldstovan er skipað í fýra høvuðsøki: KT Landsins, Búskaparskipan Landsins, Løn & Bókhald Landsins og Talgildu Føroyar. Vit eru á leið 60 fólk á Gjaldstovuni, 5 teirra eru á Búskaparskipan Landsins. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast, og tú fært góðan møguleika fyri førleikamenning. Vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum starvsfólkatiltøkum. Tú fert at starvast í einum framfýsnum umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum.



Les meira