Kom í starvsvenjing hjá okkum

J & K Petersen Contractors


Hevur tú hug at arbeiða við uppgávum úti á byggiplássinum, so er hetta nakað fyri teg!

Profilur
Vit eru eitt stórt byggifelag, sum arbeiða innan tvey høvuðsøki:

  • Verklagsarbeiði – vegir, havnir, flogvøllir, tunlar – á landi og sjógvi
  • Byggiarbeiði – bygningar, brýr, kaiir – Betong og timburarbeiði

Harumframt er J&K eitt sjálvstøðugt dótturfelag, sum veitir sement til nógvar ymiskar kundar í Føroyum.

Stutt um teg og starvsvenjingina

  • Tú lesur til byggifrøðing ella verkfrøðing
  • Verklags- ella byggiuppgávur hava tín áhuga
  • Veður og vindur forðar tær ikki
  • Tú hevur koyrikort
  • Starvsveningin er ein samanseting av byggiplássi og skrivstovuarbeiði
  • Tú kanst millum annað vænta at arbeiða við:
    • Góðskustýring
    • Heilsu, trygd og arbeiðsumhvørvi
    • Tekningum og útrokningum
    • Uppmáting, avseting og viðgerð av dáta
    • Taka lut á byggifundum og annað
    • Væntandi kemur tú at arbeiða á einum av stóru arbeiðsplássunum í Føroyum

Fleiri upplýsingar
Arbeiðsmál er føroyskt/danskt/enskt

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta teg í samband við Tom Skaale á tom@jkp.fo

Umsókn og CV verður sent til tom@jkp.fo



Les meira