KØKSFÓLK TIL FØROYAPRENT
Føroyaprent
Vit søkja eftir einum køksfólki til Føroyaprent at byrja sum skjótast.
Á Føroyaprent hava vit eina matarskipan, har gott 25 fólk eta morgunmat og miðmála dagliga, og tí hava vit tørv á einum fólki at gera mat, seta á borðið og rudda av aftaná. Eina til tvær ferðir um vikuna plaga vit at hava heitan mat.
Vit vænta, at tú leggur stóran dent á góða tænastu og reinføri, og at tú kanst arbeiða í góðum samstarvi við starvsfelagar, samstundis sum tú eisini kanst arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta, at tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar.
Tú hevur eisini ábyrgdina av at keypa inn og gera reint í køkinum.
Setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er áleið 20 tímar um vikuna, gerandisdagar millum 9.00-13.00.
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Vit vilja fegin hava tína umsókn sum skjótast og í seinasta lagi hin 17. januar 2023. Vit viðgera umsóknir tá vit fáa tær og starvið verður sett skjótast til ber. Umsókn kann sendast við telduposti til starv@foroyaprent.fo.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jon Hestoy, stjóra. Telefon 594555 ella við telduposti til hestoy@foroyaprent.fo.
Føroyaprent er ein nútímans fyritøka á øllum økjum. Føroyaprent hevur greiðan málsetning um at vera best á sínum øki, og setur ein heiður í at náa hesi mál, bæði innan tøkni, tænastuveitingar og á starvsfólkaøkinum.