Starvsvenjingarpláss

Klaksvíkar kommuna


Samanlagt eru rættiliga nógvir fakbólkar umboðaðir í umsitingini og stovnunum undir Klaksvíkar kommunu, og hetta gevur breiðar møguleikar fyri, at lesandi kunnu koma í starvsvenjing hjá okkum.

Á Teknisku deild eru til dømis møguleikar fyri starvsvenjing innan byggifrøði, byggitøkni og verkfrøði. Vit hava eisini fleiri dømi um lesandi, sum eru og hava verið í starvsvenjing hjá eitt nú Barnaverndartænastuni og á Stjórnarskrivstovuni, og vit kanna altíð møguleikarnar, tá ið lesandi venda sær til okkara í samband við starvsvenjing.

Tit eru vælkomin framvið okkara bási nr. 15. í Høllini á Jobmatch



Les meira