Húsasmiðir til J&K Petersen

J & K Petersen Contractor


Byggideildin hjá J&K Petersen søkir eftir timburmonnum. Í samband við vaksandi byggivirksemið í felagnum verður økt um okkara starvsfólkahóp við handverkfakligum útbúgvingum. Vit søkja tí eftir timburmonnum í Eysturoyar- og Streymoyar økinum.

Økt virksemið sum heild
Í Suðurstreymoy stendur nýgerðin av FSF bygninginum fyri framman samstundis sum J&K er byrja uppá arbeiðið at byggja íbúðarbygning á Karlamagnusarbreyt. Eisin verður arbeitt við byggiverkætlanum í Eysturoynni.

Sostætt hevur felagið nógv arbeið fyri framman.

Um tú ynskir at gerast partur av einum breiðum starvsfólkahópi og ert áhugað/ur í dygdargóðum handverkið, átti tú at søkt starv hjá okkum.

Starvsfólkaprofilur
J&K væntar at tú:

–         hevur royndir sum handverkari og kann arbeiðs sjálvstøðugt
–         leggur dent á dygd og trygd
–         góðan arbeiðsmoral
–         samstarvsáhugað/ur

Sum felag kann J&K bjóða góðar arbeiðsumstøður við skipaðum viðurskiftum. J&K hevur nógvar verkætlanir fyri framman og kann umsøkjarin tí vænta javnt og støðug arbeiði.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira um arbeiðið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áka Troest, projektleiðara á tlf: 585089 ella við at venda tær til Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Rættir hondverkarar arbeiða hjá J&K Petersen.

Føroysk bygging føroyskur stoltleiki.



Les meira