HR Ráðgevi

Bakkafrost


Ráðgevin er partur av HR ráðgeva toyminum og virkar sum "HR Business Partner" fyri leiðarar í samtakinum. Toymið virkar og sparrar saman, men ábyrgdaruppgávur verða býttar eftir felag ella øki.

Um starvið

Tú fert at hava ábyrgd fyri Bakkafrost Processing, Havsbrún og øðrum økjum sambært avtalu.
HR ráðgevin hevur millum annað ábyrgd av:

  • Setanartilgongdum
  • Menning og at fasthalda starvsfólk
  • Starvsfólkamálum

HR ráðgevin skal leggja seg eftir at veita tænastu og ráðgeving til leiðarar og starvsfólk í øllum lutum og verða ein sjónligur sparringspartnari.

Starvið fevnir eisini um ymiskar seruppgávur og verkætlanir, sum hoyra til virkisøkið hjá HR deildini. Uppgávurnar fevna breitt, og vit eru varug við, at tú ikki kanst duga alt. Uppgávurnar verða tí deildar eftir førleikum og áhuga. Uppgávurnar kunnu millum annað verða:

  • Menna setanartilgongdir hjá felagnum
  • Arbeiða við HR data (Power BI)
  • Innanhýsis samskifti (Workplace by Meta)
  • Standa fyri leiðslumenning
  • Menna mannagongdir á HR-økinum
  • Standa fyri trivnaðarkanning og uppfylging
  • Viðlíkahalda og dagføra politikkir og starvsfólkahandbók

Tú verður partur av deildini HR & Fyrisiting, sum hevur ábyrgd fyri HR, løn, móttøku og innanhýsis samskifti. Tú kanst vænta, at tú verður partur av uppgávuloysnini breitt á deildini. Tú fært 9 dugnaligar, stuttligar og eldhugaðar starvsfelagar.

Tín vangamynd

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving á bachelor ella kandidat støði.

Tað er týdningarmikið, at tú brennur fyri at arbeiða við fólki, megnar at ganga á odda og hevur góð samstarvsevni. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir.

Sum tað sæst omanfyri, er talan um eina breiða starvslýsing, og vit eru varug við, at tað ikki ber til at finna nakran, sum dugir alt. Men um tú metir, at tú ert serliga dugnalig/ur innan okkurt øki, heita vit á teg um at søkja. Um tær vantar onkrar royndir, men tú harafturímóti hevur eina stóra motivatión at menna teg innan hetta arbeiðsøkið, heita vit eisini á teg um at søkja starvið.

Vit bjóða

Tú fært ein fjølbroyttan gerandisdag við spennandi  og avbjóðandi uppgávum sum menna teg bæði fakliga og persónliga. Harumframt fært tú nógvar dugnaligar starvsfelagar, sum fegnir veita tær ráðgeving og hjálp, tá tørvur er á tí.

Hjá Bakkafrost raðfesta vit eitt gott arbeiðsumhvørvi og starvsfólkatrivnað. Vit seta æru í okkara arbeiði, men minna eisini hvønn annan á, at tað er annað í lívinum enn arbeiði. Vit bjóða harumframt góðar starvsfólkatryggingar og eina góða kantinu.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Umsókn

Umsóknarfreistin er 5. januar 2022

Tú søkir starvið við at trýsta á HER. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Kristiansen, Deildarleiðara fyri HR & Fyrisiting, á tlf. 23 51 15 ella við telduposti til hekr@bakkafrost.com.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum.

Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy, Suðuroy og í Skotlandi. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.



Les meira