Hjálparfólk til Tórsgøtu

Tórshavnar kommuna


Í Tórsgøtu er okkara livandi mentan savnað. Her er rúm fyri øllum skapandi, og her lata vit hvønn dag í árinum dyrnar upp til nýggjar upplivingar. Tónleikur, framsýningar, filmur, dansur, fyrilestrar, listarligar verkstovur og mangt annað. Allastaðni bjóða vit hugflognum framat – úr Perlutorginum niðast í Tórsgøtu og til Finsen ovast í Tórsgøtu. Her bíða stuttligar, ríkar og ógloymandi løtur. Hvønn dag í árinum.

Uppgávurnar sum hjálparfólk eru fjølbroyttar. Tú skal fyriskipa alt kring mongu tiltøkini.

UM TÓRSGØTU
Mentanarliga virksemið í Tórsgøtu fatar um Reinsaríið, Perluna, Perlutorgið, Ostahúsið og sangstovan og kórhøllin á Finsen.

VIT ÍMYNDA OKKUM HJÁLPARFÓLK, SUM:
•  arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
•  er fyrikomandi og jaligt
•  er tænastusinnað
•  hevur eitt ávíst tøkniligt innlit

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er tímalønt og kann vera millum 0 og 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin skiftir í mun til, hvussu nógv tiltøk eru. Talan er mest um kvøldarbeiði, so starvið er væl egnað til lesandi ella onnur, sum hava aðrar uppgávur um dagin.

Løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Boga Andreasen, samskipara, á telefon 286671 ella at skriva á torsgota@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn verður at senda Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo. Merk umsóknina „Hjálparfólk til Tórsgøtu“.

Umsóknarfreistin er hósdagin 3. januar 2019.



Les meira