Hjálparfólk til Býlingshúsið vesturi á Flat

Tórshavnar kommuna


Tórshavnar kommuna sóknast vegna Býlingshúsið vesturi á Flat eftir hjálparfólki.

Starvið
Vit leita eftir einum hjálparfólki, ið hevur hug at starvast í vøggustovu við 14 børnum.  Vit arbeiða eftir námsætlan, ið leggur serligan dent á góða relatión, trivna og menning. Brennir tú fyri hesum, hava vit rætta starvið til tín.

Tú fer at arbeiða í einari stovu við 3 øðrum starvsfólkum, men fer eisini at hava tætt samstarv við aðrar stovur og hini starvsfólkini á stovninum.

Vit vænta, at:
tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum saman við okkum
tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
tú ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið, tá á stendur

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Talan er um eitt fast starv við starvsbyrjan skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna.

Tú verður sett í starv í vøggustovuni, men skalt eftir tørvi hjálpa til á øðrum stovum. Tú mást tola broytingar í starvinum.

Meira fæst at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Turið Horn, stovnsleiðara, á telefon 275100, ella vitja síðuni Býlingshúsið vesturi á Flat

Umsókn
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum verður at senda til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 31. desember 2020.



Les meira