Hevur tú hug til starv, sum er spennandi og hevur stóran týdning?

Almannaverkið


Almannaverkið søkir eftir nýggjum starvsfeløgum til spennandi og týdningarmikil størv í einstaklingafyriskipanini í Vágum

Um tú hevur hug at arbeiða við fólki, sum hava sálarligar avbjóðingar, so hevur tú møguleika at gerast partur av einum vælvirkandi starvsfólkatoymi í Eind 3 í Almannaverkinum.

Um størvini

  • Tvey føst størv 30 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt.
  • Avloysarar til einstaklingafyriskipanina í Vágum at byrja skjótast gjørligt.

Arbeitt verður allar dagar í vikuni millum kl. 8 og kl. 23. Møguleiki er at gera avtalu um hægri ella lægri brøk, um ynski er um tað. Arbeiðsstaðurin er í heima hjá borgaranum.

Førleikar
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari ella heilsufakligari útbúgving. Umsøkjarar, sum ikki hava útbúgving, men hava royndir innan hetta økið eru vælkomin at søkja. Nýggj starvsfólk fáa upplæring.í starvinum.

Uppgávur
Uppgávan er at virka sum hjálp til sjálvhjálp við tí endamáli, at borgarin fær møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt, virkið og virðiligt lív, sum tilber. Uppgávan er at ráðgeva og stuðla ungum borgara í Vágum í persónligum, sosialum og praktiskum viðurskiftum. Uppgávan er eisini at virka fyri, at viðkomandi millum annað fær ein innihaldsríkan og mennandi gerandisdag og at fara til ymisk tiltøk uttan fyri heimið.

Væntanir
Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan og at tú fært borgaran at kenna seg virdan, hoyrdan og sæddan. Vit vænta eisini, at tú við eldhuga stuðlar borgaranum til betur at megna avbjóðingarnar, sum hann stríðist við í gerandisdegnum. Tað hevur týdning, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, at tú hevur hug til at arbeiða í einum fleirfakligum umhvørvi og sært týdningin av góðum samstarvi. Eisini vænta vit, at tú hevur áræði og kanst virka og trívast í einum arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um frammanundan. Tú mást eisini vera sterk/sterkur til likams og sálar.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum – Eind 3. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Um Eind 3
Eind 3 er fyri fólk, sum hava autismu og aðrar avbjóðingar.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta HER

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 03.01.2022 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vitu Thomsen, leiðara, telefon 297501 ella til Poulu Djurhuus, eindarleiðara á telefon 297415.



Les meira