Hevur tú hug at arbeiða við børnum á nýggjum bú- og viðgerðarstovni?

Almannaverkið


Søkt verður eftir starvsfólki, sum er áhugað í at arbeiða tvørfakligt, sum er umsorgarfult og hevur hug og vilja at geva námsfrøðiligan stuðul og viðgerð, soleiðis at børnini mennast sálarliga, sosialt, kropsliga og kognitivt.

Um størvini
Talan er um 3 størv á 40 tímar um vikuna at byrja 01.01.2021 ella skjótast til ber. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið, allar dagar í vikuni. Starvsstaðurin er í Vættrastígi, sum er nýggjur stovnur.

Útbúgving

Søkt verður eftir starvsfólki, sum hevur antin námsfrøðiliga, sosialfakliga ella heilsufakliga útbúgving. Umsøkjarar, ið hava heilsufakliga útbúgving, mugu hava royndir innan tað psykiatriska økið.

Ynskiligt er, at umsøkjarar hava royndir at arbeiða við børnum og ungum við avbjóðingum.

Arbeiðsuppgávur
Talan er um námsfrøðiligt arbeiði, og tørvur er á at arbeiða tvørfakliga við teimum avbjóðingunum, sum børnini hava.

Arbeiðsuppgávurnar og málini eru at virka fyri, at børnini fáa rættstundis og javnbjóðis møguleikar, soleiðis at tey fáa bestu og røttu viðgerðina. Uppgávan er at hava umsorgan fyri børnunum, at gera teimum eitt heimligt umhvørvi og at veita námsfrøðiliga viðgerð, soleiðis at tey fáa teir neyðugu menningarmøguleikarnar at standa seg í lívinum.

Arbeitt verður mennandi og fyribyrgjandi. Støði verður tikið í, at starvsfólk taka ábyrgd av relatiónini við at seta seg inn í sálarligu, sosialu, kropsligu og kognitivu menningina hjá barninum. Harumframt snýr arbeiðið seg um, at seta seg inn í avbjóðingar og atferðina hjá børnunum og teim ungu, sum eru psykososialar, kensluligar, sjálvskaðan, brotsligur atburður, misnýtsla av rúsevnum ella misnýtistrupulleikar.

Skrivligar uppgávur eru partur av dagliga arbeiðinum, og tí verður væntað, at umsøkjarin hevur góðar skrivligar førleikar umframt kt-førleikar á brúkarastøði. Somuleiðis verður væntað, at umsøkjarin er fleksibul, tá ið tað kemur til arbeiðstíðirnar. Neyðugt er at hava koyrikort.

Væntað verður

  • at tú ert fakliga væl fyri, og at tú, í samráð við starvsfelagar og leiðslu, leggur til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum.
  • at tú arbeiðir eftir viðgerðarætlanum og námsfrøðiligum háttaløgum, sum verða nýtt á stovninum, og eftir mannagongdum, sum eru partur av námsfrøðiligu viðgerðini hjá barninum.
  • at tú luttekur í tiltøkum og spølum, sum børnum annars dáma, so sum borðspølum, fysiskum tiltøkum og svimjing.
  • vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hevur góð samstarvsevnir, er tolin og hevur jaliga menniskjafatan. Vit vænta, at tú við viðurkennandi atburði fær børnini at kenna seg vird og tikin í álvara.

Vit kunnu bjóða tær
Útbúgving í KRAP og góðar treytir fyri menning av førleikum, m.a. við skeiðum,  tvørfakligum viðgerðarfundum og supervisión. Eisini kemur tú at vera við í einum tvørfakligum starvsfólkabólki, har arbeiðshátturin er KRAP, Mentalisering og Low Arousal sosialnámsfrøði og at vera luttakandi í einum stovni í menning.

Um Eind 10
Eind 10 er partur av Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum og virkar samsvarandi barnaverndarlógini. Vit arbeiða eftir uppgávum, sum Barnaverndartænastan bíleggur frá okkum. Til eindina hoyrir Bú- og viðgerðarstovnurin Argjaboði,  Móttøkudeildin, Familjudepilin, Nýggjastova, Trappustova, Heyggjarlon, Niðaragøta, Vættrastíggjur og Karlamangnusarbreyt .

Starvsfólkahópurin í Eind 10 er settur saman av fólkum við viðkomandi útbúgvingum og førleikum innan námsfrøði, sjúkrarøktarfrøði, heilsufrøði, sosialfrøði og sálarfrøði.

Setanar- og lønarviðuskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 10. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið og Starvsfelagið.

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta HER.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 29.12.2021 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara á tlf. 297426 ella Sunrid á Borg á tlf. 297496

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fyrisitingarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.



Les meira