Hevur tú brennandi áhuga fyri serøkinum? Kom og ver við til at skapa eitt mennandi og spennandi umhvørvi í nýggju búeindini á Eirargarði, sum er til ung fólk við menningartarni og við fjølbreki

Almannaverkið


Nýggjasta tilboðið hjá Almannaverkinum letur upp í næstum, og leita vit eftir nærverandi og eldhugaðum starvsfólki, sum vil vera við til at seta á stovn eitt mennandi umhvørvi til ung, sum hava menningartarn og fjølbrek.

Búeindin á Eirargarði
Búeindin á Eirargarði er eitt nýtt tilboð sum eftir ætlan letur upp í januar 2021. Búeindin verður partur av einum virknistilboði, sum nýliga er latið upp á Eirargarði. Tey, ið sett verða, koma at starvast bæði í virknistilboðnum og í búeindini.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávan er fjøltáttað og krevur, at umsøkjarin er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt. Tað hevur týdning, at umsøkjarin er nærlagdur og hevur áhuga í at skapa eitt spennandi og mennandi umhvørvi fyri borgararnar.

Á Eirargarði verður arbeitt eftir Gentle Teaching, sum er ein hugsanarháttur, ið tekur støði í relatiónsnámsfrøði. Gentle Teaching snýr seg um tryggleika, viðurkenning, tilknýti, samveru og samspæl.

Um størvini
Talan er um tvey størv á 40 tímar um vikuna og eitt starv á 28 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Møguleiki er at gera avtalu um lægri brøk, um ynski er um tað.  Arbeiðstíðirnar vera um dagin, um kvøldið og um náttina. Arbeitt verður annaðhvørt vikuskifti.

Førleikar
Útbúgving sum námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur ella aðra heilsufakútbúgving. Um eingin við útbúgving søkir, kann hjálparfólk verða sett í fyribilsstarv.

Umsøkjari, sum hevur arbeitt við, ella kennir til alternativar samskiftismøguleikar og/ella Boardmaker, kunnu hava fyrimun. Neyðugt er at hava koyrikort til bil og kt-førleikar á brúkarastøði.

Væntanir til umsøkjarar
At tú hevur lætt við at tosa við fólk, er sjálvstøðug/ur og hevur dirvi at taka ábyrgd. Eisini verður væntað, at tú er fakliga, sálarliga og likamliga væl fyri, umframt at tú hevur evnir at skapa góðan trivnað, hevur góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan. Vit vænta eldhugað starvsfólk.

Um eind 7
Til Eind 7 hoyrir nýggja búeindin og virknistilboðið á Eirargarði,  Virknis- og umlættingardepilin á Sandi, Sambýlið Eirargarður í Tórshavn, náttarvaktartoymir og stuðulstoymir í heimunum hjá borgarum.

Setanar- og lønarviðurskifti  
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 7.

Tey, ið verða sett, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn  
Tú søkir starv við at trýst á grøna knøttin “Søk starvið”.

Freist  
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 29.12.2020 kl 23.00.

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Barbaru S. Berg, eindarleiðara, á tlf. 297422, Brian Kruse, leiðara á tlf. 297441 ella Heidi Henriksen, leiðara á tlf. 297440.



Les meira