Heilsurøktarar ella heilsuhjálparar til Heimatænastuna

Heimatænastan


Heilsurøktarar ella heilsuhjálparar til Heimatænastuna í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu.

Heimatænastan
180-190 borgarar fáa tænastu frá Heimatænastuni í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu. Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum í Hoyvík og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, har  umleið 50 heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir starvast í tøttum samstarvi við sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutar. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar.

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita eina samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóran dent á góðsku og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.

Søkt verður eftir
einum heilsurøktara ella heilsuhjálpara at arbeiða kvøldvakt á starvsbrøki 0,7. Arbeitt verður aðru hvørja viku í 7 dagar og aðru hvørja viki frí.

Førleikar
Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, her undir eldraøki, so ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.

Vit vænta, at tú

  • hevur góðan yrkisligan  og menniskjaligan førleika
  • hevur góð samstarvsevnir og megnar at samstarva tvørfakliga
  • hevur hóskandi arbeiðsroyndir og ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði.
  • kann ráðgeva og vegleiða borgarum og avvarðandi
  • kann arbeiða sjálvstøðugt og leita tær hjálp, tá tørvur er á hesum
  • hevur góðan telduførleika og koyrikort

Vit bjóða
eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið / Heilsuhjálparafelag Føroya.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita við at venda sær til Malan N. Samuelsen, virkandi deildarleiðari, telefon 79 31 10, teldupost malans@torshavn.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 1. januar 2022. Viðmerkjast skal »Heilsuhjálpari ella heilsurøktari til Heimatænastuna«.



Les meira