Havnarmeistari til Tórshavnar havn

Tórshavnar kommuna


Starvið sum havnarmeistari fyri Tórshavnar havn er lýst leyst til setan tann 1. mars 2022. Talan er um eitt spennandi starv, har tú fært ábyrgdina av at leiða og menna øll havnaløg og bátahyljar í Tórshavnar kommunu

Sum havnarmeistari mást tú hava góða handilsfatan, góð samráðingarevni og eina holla fatan av at virka í politiskum samanhangum. Starvið vísir til kommunustjóran.

Havnarmeistarin hevur ábyrgd av maritima virkseminum, íroknað loðstænastuni, og tryggjar, at havnin hevur ein sunnan rakstur og fær tær inntøkur, hon eigur sambært reglugerðum og gjaldskipanum. Afturat starvsfólkaábyrgdini og fíggjarligu ábyrgdini, fært tú ábyrgdina av at marknaðar­føra Tórshavnar havn og tryggja gott samband við viðskiftafólkini.

Havnarmeistarin er skrivari hjá Havnanevndini, ger tilmæli til nevndina og fremur eisini samtyktirnar hjá nevndini.

Um Tórshavnar havn
Tórshavnar havn umsitur havnaløgini í Tórshavnar kommunu. Havnaløgini fevna um alt frá farmahavnini í Tórshavn til bátaplássini í bygdunum í Tórshavnar kommunu. Árliga koma og fara 2.300 skip um Tórshavnar havn, og 890.000 tons fara um bryggjukantin.

Virksemið á havnaøkjunum í kommununi fevnir um alt, sum hevur við sjóvinnuna at gera. Tað er millum annað farma- og ferðafólkaflutningurin innanlands og uttanlands. Partur av arbeiðsuppgávuni er at leiga økir og bygningar út.

Í Tórshavnar havn eru tilsamans 15 ársverk.

Førleikakrøv

  • Tú hevur antin hægstu nautisku útbúgving, holla útbúgving innan farmaflutnings­virksemi (shipping) ella aðra hóskandi útbúgving. Harumframt er krav, at tú í minsta lagi hevur eina grundleggjandi búskaparliga útbúgving ella samsvarandi royndir
  • Tú hevur kunnleika til og royndir frá fyrisiting, leiðslu og fíggjarstýring. Holl vitan innan farmaflutningsvirksemi og havnarakstur er ein fyrimunur
  • Tú megnar at leiða, tingast og samstarva við náttúrligum myndugleika. Politiskt tev og royndir frá arbeiði í politiskum umhvørvi er ein fyrimunur
  • Tú hevur góð greiningarevni og skil fyri tølum
  • Tú dugir væl at málbera teg og at samskifta á føroyskum og enskum í skrift og talu
  • Tú ert bærilig/ur, reiðilig/ur og megnar at umboða Tórshavnar havn og kommununa á ein góðan hátt
  • Tú hevur skil fyri KT og ert sinnað/ur at taka við nýggjari vitan innan KT

Lønar- og setanartreytir
Starvið sum havnarmeistari er flokkað sambært tænastumannasáttmálanum í 37. flokki uttan at vera tænastumannastarv. Stjórasáttmáli verður gjørdur.

Hevur tú spurningar um starvið
Vilt tú hava fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, á tel. 28 09 09 ella senda ein teldupost til bjorgfrid@torshavn.fo.

Umsókn
Send okkum tína umsókn við upplýsingum um útbúgving, lívsgongdarlýsing og møguligar tilvísingar til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja »Havnarmeistari« í evnisteigin.

Umsóknir til starvið skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 5. januar 2022.



Les meira