Hálvtíðarstarv í telefonmóttøkuni

Tórshavnar kommuna


Hevur tú hug til eitt spennandi starv, har tú sleppur at samskifta við nógv ymisk fólk, og har tænasta og kundarøkt er í hásæti? So søkja vit beint nú eftir einum starvsfólki at arbeiða í telefonmóttøkuni í Snarskivuni í Tórshavnar kommunu.

Um starvið
Talan er um hálvtíðarstarv, har tú kemur at arbeiða til skiftis fyrrapart og seinnapart aðruhvørja viku. Fimm til seks vikur um árið, tá tín starvsfelagi avgreiðir sína frítíð, arbeiðir tú tó fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er í Snarskivuni á Vaglinum mitt í Havn.

Í móttøkuni svarar og stillar tú køll um til starvsfólk í allari fyrisitingini hjá Tórshavnar kommunu. Tú tekur eisini ímóti boðum og sendir boð, svarar spurningum og kunnar og vegleiðir viðskiftafólk. Talan er um eitt týdningarmikið starv, har tænasta og kundarøkt er í hásæti.

Tænasturnar hjá Tórshavnar kommunu eru nógvar og fjøltáttaðar. Telefonmóttøkan er ofta fyrsta sambandið, viðskiftafólk okkara hava við Tórshavnar kommunu. Tað er tí av stórum týdningi, at tú setir teg væl inn í alt virkisøkið hjá kommununi. Summar dagar kunnu vera sera nógv køll at avgreiða, samstundis sum nógv fólk eru á gátt í Snarskivuni. Aðrar dagar er minni at gera. Í báðum førum er neyðugt, at tú dugir at seta teg í støðuna hjá viðskiftafólkunum og veitir eina góða tænastu.

Førleikakrøv
Tú dugir væl at málbera teg á føroyskum og megnar enskt á brúkarastøði. Tað er ein treyt, um tú hevur ans og áhuga fyri KT og ert sinnað/ur at læra nýtt, so hvørt sum tænastur og skipanir verða talgildar.
Tað er umráðandi, at tú ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og rólig/ur undir trýsti.

Løn- og setanatreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið og lønt í 3. lønarflokki. Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsókn
Starvið hevur verið lýst fyrr. Talan er sostatt um longda umsóknarfreist. Send okkum tína umsókn saman við avriti av prógvi og lívsgongdarlýsing til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 1. januar 2022.

Tú kanst fáa nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Rók Tummasarson, deildarleiðara á Snarskivuni, á telefon 28 46 44 ella á rokur@torshavn.fo.



Les meira