Hægri lesandi eru vælkomin í starvsvenjing hjá okkum.

Varðin Pelagic


Varðin Pelagic er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, har lesandi kunnu vinna sær vitan, fáa praktiskar royndir og hava møguleika at skriva teirra høvuðsritgerð á okkara ymisku deildum

Deildir okkara:
Sølu/marknaðarførslu- og logistikkdeild
Góðskudeild
Bókhald
Tekniska deild – el og maskin

CSR og heimsmálini fyri burðardygga menning
Varðin Pelagic hevur sett sum mál at samanflætta CSR (corporate social responsibility) saman teimum 17 heimsmálunum. Hetta er ein stór uppgáva, ið krevur nógva tíð og orku. Tí leita vit eftir rætta lesandi, ið eru undir viðkomandi útbúgving, at koma í starvsvenjing og skriva uppgávu saman við okkum um hetta evnið. Uppgávan verður gjørd í tøttum samstarvi við okkara sølu-, marknaðar-, og HR-deild.

Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at vitja okkara bás á Jobmatch ella seta teg í samband við okkara HR-deild á vphr@vardin.fo ella tlf nr. 521364.



Les meira