Granskari/Búskaparfrøðingur
Sjókovin
Sjókovin søkir eftir granskara til at arbeiða við føroyskum og altjóða verkætlanum.
Tú hevur hægri útbúgving á kandidatstøði, t.d. búskaparfrøði, stjórnmálafrøði
Viðkomandi skal arbeiða tvørfakliga saman við t.d. fiskifrøðingum, havfrøðingum, stjórnmála-og samfelagsfrøðingum, og má tí vera opin og fleksibul.
Umsøkjarin má eisini
Vera áhugað/ur í altjóða ali- og fiskivinnuumsiting og fiskivinnubúskapi
Duga væl at orða seg skrivliga og munnliga á enskum og føroyskum
Dáma áhugaður í at arbeiða við búskaparligum greiningum
Vera áhugað/ur at arbeiða í einum tvørfakligum altjóða samstarvi
Vera sinnað/ur at ferðast nakað uttanlands (uml. 20-30 dagar um árið)
Kunna arbeiða sjálvstøðugt