Frontend JavaScript mennari til TechCare

TechCare


TechCare er ein framsøkin mennari av umsorganartøkni. Vit hava tørv á fleiri starvsfólkum at bera okkara loysnir út í heim. Techcare miðar eftir at veita eldri- og óhjálpnum borgarum tryggleika, í egnum heimi. Tú fært ein lyklaleiklut í menningini av okkara slóðbrótandi skipanum til eldrarøkt. Vit nýta tøkni sum Node.js, React og React Native.

Um teg
●      Tú hevur royndir innan: React, Vue, Angular ella líkandi framework.
●      Tær dámar at arbeiða agilt í einum toymi av javnlíkum mennarum.
●      Tú heldur at ting sum continuous deployment, unit testing, automated integration- og frontend test eru cool
●      Tú trívist í einum skiftandi umhvørvi, har ið stutt er ímillum hugskot og avgerð

Títt nýggja toymi
Vit halda til í Hugskotinum, í Sjóvinnuhúsinum. Her  arbeiða vit í opnum arbeiðshølum saman við ørðum íverksetum. Fakliga støði er høgt. Vit arbeiða miðvíst, men raðfesta ein stuttligan gerandisdag. Vit nýta GitHub til keldukotu- stýring og ummæli, Slack til innanhýsis samskifti, Jira til uppgávustýring og VSCode til forritan.

Vit bjóða
●      Kappingarføra løn
●      Stimbrandi arbeiðsumhvørvi
●      Liðiligar arbeiðtíðir
●      Tíðandi arbeiði, har tú hevur ávirkan

Umsókn
Umsókn saman við møguligum próvskjølum og CV skal sendast til starv@techcare.fo. Umsøknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknarfreist er 7. januar 2019. Miðað verður eftir at seta starvið skjótast gjørligt og samrøður verða hildnar leypandi.

Spurningar kunnu vendast til Brian Bischoff á 522244 ella brian@techcare.fo.



Les meira