Framleiðslufólk til góðskingarvirkið

HiddenFjord


Vil tú vera við til at stýra og menna okkara framleiðslu á góðskingarvirkinum í Sørvági? Vit leita eftir einum dugnaligum og framfísnum starvsfólki til okkara framleiðsludeild á góðskingarvirkinum.

Talan er um fulltíðarstarv og tú kemur at arbeiða tætt saman við fleiri øðrum starvsfólkum á framleiðsludeildini. Tú kemur at vísa til Jóan Karl Joensen, virkisleiðara.

Arbeiðsuppgávur
–         Daglig stýring og uppfylging av framleiðsluni á virkinum
–         Vøru- og framleiðslumenning
–         Aðrar uppgávur

Førleikakrøv
–         Tað er ein fyrimunur við viðkomandi útbúgving innan framleiðslu ella vørumenning, men ikki ein treyt
–         Ert væl skipað/ur og megnar at arbeiðs sjálvstøðugt og í toymi
–         Ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/samur
–         Hevur góðar telduførleikar

Løn og setunarviðurskiftir
Løn og setunarviðurskiftir verða sæmbært avtalu við arbeiðsgevara

Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóan Karl Joensen, Virkisleiðara, tel +298 288260 ella teldupost til joankarl.joensen@hiddenfjord.com

Umsóknarfeist er sunnudagin 12. Januar 2020

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til starv@hiddenfjord.com



Les meira