Fólk til KT Landsins á Gjaldstovuni

Gjaldstovan


KT Landsins hevur um hendi uppgávuna at samskipa og miðsavna KT hjá landsins stovnum. KT Landsins veitir landsins stovnum felags KT-undirstøðukervi, nevnt Landsnet. Tað eru í dag 56 stovnar, sum tilsamans hava áleið 2.400 brúkarar og 1.500 teldur, sum brúka Landsnet.

Tænasturnar í Landsneti eru:

·        hýsa og reka servarar og net
·        seta upp brúkarateldur
·        umsita grundleggjandi lisensir til brúkarateldur
·        veita brúkarum hjálp
·        brúkaraumsiting.

Starvsinnihald
Starvsøkið er í høvuðsheitum at veita stovnum í Landsneti KT-tænastur. Tú verður partur av KT-skivuni, sum er 1. level helpdesk hjá Landsneti, har uppgávunar eru at:

·        veita brúkarahjálp á ymiskum tóleindum, bæði umvegis telefon og úti hjá brúkarunum.
·        umsita brúkarar og rættindi í Active Directory, SharePoint og Microsoft Exchange
·        seta upp ymiskar tóleindir
·        finna og lýsa grundleggjandi feilir á t.d. neti og tóleindum.

Førleikar
Tú skalt hava áhuga fyri KT og best er, um tú hevur viðkomandi útbúgving ella starvsroyndir innan KT-økið. Tað er ein fyrimunir, um tú hevur tikið útbúgving sum KT-supportari.

Tú skalt duga væl at samskifta, vera fyrikomandi, tolin og leggja dent á at veita góða tænastu. Samskift verður eisini við útlendskar veitarar, og tí er neyðugt, at tú umframt føroyskt, dugir danskt og enskt.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið og verður lønt í lønarflokki 4.

Umsókn
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal verða send til starv@gjaldstovan.fo

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, á

79 24 99 ella birgir@gjaldstovan.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 6. januar 2019.

Gjaldstovan er skipað í fýra høvuðsøki: KT-Landsins, Búskaparskipan landsins,Løn & Bókhald og Talgildu Føroyar. Vit eru áleið 60 starvsfólk á Gjaldstovuni og 8 teirra eru á KT Landsins. Vit húsast í Albert Hall á Argjum. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast, og tú fært góðan møguleika fyri førleikamenning. Vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum starvsfólkatiltøkum. 

Tú fert at starvast í einum framfýsnum umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum.



Les meira