Fíggjarleiðari til Vága Floghavn

Vága Floghavn


Vága Floghavn sóknast eftir umsitingarleiðara at byrja skjótast gjørligt

Starvið
Tú kemur at hava ábyrgd av fíggjarstýringini hjá Vága Floghavn. Hetta inniber at hava ábyrgd av øllum fyrisitingarligum uppgávum, bókhaldinum, hagtølum, við meira. Arbeiðsstaðurin er á flogvøllinum.

Umsøkjarin
Tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni og royndir innan fíggjarstýring og roknskap. Vit vænta, at tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevni og hevur teldukunnleika til vanligu office forritini og Navision. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og arbeiðir málrættað. Eisini megnar tú at orða teg væl munnliga og skrivliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

Treytir
Starvið er avbjóðandi við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning.

Fíggjarleiðarin hevur stóra ávirkan á egin viðurskifti og menningina á Vága Floghavn. Fíggjarleiðarin vísir beinleiðis til stjóran og er partur av leiðsluni. Løn sambært avtalu.

Umsóknir
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Gudny Langgaard, stjóra, á telefon 78 44 00, ella við at skriva teldupost

til gula@fae.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 13. januar 2019.

Umsóknin skal sendast til:
Vága Floghavn P/F
Flogvøllurin
380 Sørvágur

Viðmerkt: Fíggjarleiðar

Ella sum teldupost til umsokn@fae.fo

Vága Floghavn er loftvegis portrið í Føroyum fyri ferðandi til og frá útheiminum. Vága Floghavn varð yvirtikin av Føroya Landsstýri frá danska statinum í 2007, og verður rikin sum sjálvstøðugt partafelag, sum Føroya Landsstýri eigur. Vága Floghavn er í eini menningartilgongd og hevur havt stóran vøkstur í ferðafólkatali seinastu árini, eftir at lendingarbreytin varð longd, og nýggj Farstøð varð bygd. Hjá Vága Floghavn starvast 40 fólk, meðan tað hjá øllum virkjum, sum halda til á flogvøllinum, starvast út ímóti 200 fólk.   



Les meira