Farmakonomar til Tjaldurs Apotek – Vikariat

Apoteksverkið


Kundi tú hugsað tær at verið partur av toyminum á Tjaldurs Apoteki ?
So eru avloysarastørv at søkja. Arbeiðstíðin fyri størvini er 40 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.

Í Nærdeildini fær tú sum høvuðsøki at starvast við resept- og kundaavgreiðslu.

Tú kemur at arbeiða í einum fjølbroyttum umhvørvi, har kundatænasta, góðska og samstarv hava hægstu raðfesting. Vit menna okkum støðugt innan yrkisførið við m.a. at bjóða út nýggjar heilsutænastur og við at menna og fyriskipa ymisk spennandi kundaátøk.

Umframt at vera farmakonomur, ynskja vit, at tú:
– Samstarvar væl í toyminum og verður ein góður starvsfelagi
– Trívist í nýggjum avbjóðingum
– Er tænastusinnað/ur og dámar kundarøkt

Um Tjaldurs Apotek:
– Vit eru á leið 65 starvsfólk
– Vit eru ISO 9001 góðkend
– Vit brúka telduskipanina AX 2012
– Vit samstarva við A-apoteket
– Vit hava apoteksútsøluna í Steinatúni

Løn:
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen.

Umsókn:
Umsókn skal sendast til Kristinu Ejdesgaard, deildarleiðara á kristina.ejdesgaard@apotek.fo ella ringja á 404030

https://www.apotek.fo/um-okkum/upplatingartidir/tjaldurs-apotek



Les meira