Farloyvisstarv til Verkhúsið Stíggjur í Saltangará

Almannaverkið


Almannaverkið søkir eftir starvsfólkið til Verkhúsið Stíggjur í Saltangará. Stíggjur er eitt virknishús, har vit í einum vælskipaðum námsfrøðiligum umhvørvi virka fyri, at borgarin fær ein mennandi og fjølbroyttan gerandisdag við innihaldsríkum tilboðum

Um starvið
Talan er um eitt farloyvisstarv fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi 35 tímar vikuna at byrja skjótast gjørligt. Starvið er til 20.07.2022.

Førleikar
Útbúgving sum námsfrøðingur ella ítrívsvegleiðari kann vera ein fyrimunur, men tað er ikki ein treyt fyri starvið. Um ongin við nevndu útbúgving søkir, kann starvið verða sett við hjálparfólki. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum

Um Verkhúsið Stíggjur
Verkhúsið Stíggjur heldur til á trimum støðum. Á leið 30 borgarar koma dagliga í Stíggjan og har starvast 10 fólk við ymiskari fakligari bakgrund. Vit hava træverkstað, ítrivsverkstað og máliverkstað. Eisini hava vit eina krambúð, sum umframt at verða eitt lítið verkstað selir vørurnar, sum vit framleiða. Teir borgarar sum ikki kunnu vera við í framleiðsluni, fáa positivar og sansastimbrandi upplivingar, kropsligar venjingar, ADL- venjingar umframt umsorgan og tryggleika.

Arbeiðsuppgávurnar
Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar og snúgva seg í høvuðsheitinum um at stuðla og stimbra borgaran í at fáa ein mennandi og virknan gerandisdag.

Millum annað er uppgávan at gera virkisætlanir, skjalfesta eygleiðingar og eftirmeta hesar í tøttum samstarvi við starvsfelagar. Vit arbeiða við støðið í KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi út frá sterku síðunum hjá borgarunum.

Vit leggja eisini stóran dent á sosiala partin. Vit skipa fyri dagstúrum, sparka fótbólt, ganga túrar, spæla ymisk spøl, gera fimleik, vit bowla hava samling og syngja saman. Vit gera alt fyri at Stíggjur skal vera eitt gott arbeiðspláss, har borgarin trívist.

Vit bjóða
Eitt spennandi starv í námsfrøðiligum umhvørvi, har tú í einum vælvirkandi starvsfólkabólki fær møguleika at seta tín dám á arbeiðið.

Í eindini arbeiða vit út frá hugsjónini, at øll kunnu mennast óansæð avbjóðingar. Vit leggja dent á, at allir borgarar fáa møguleika at brúka síni evni og at menna sínar førleikar. Vit halda, at nýggir førleikar geva nýggjar møguleikar og betri lívsgóðsku hjá einstaka borgaranum.

Væntanir til umsøkjara
Vit hava tørv á eldhugaðum starvsfólki, sum kann arbeiða sjálvstøðugt, sum er tolin, sum dugir at læra frá sær og finna tiltøk, ið menna borgaran. Somuleiðis vænta vit, at umsøkjarin er fakliga, handaliga, likamliga og sálarliga væl fyri og hevur KT-førleika á brúkarastøði.

Tørvur er á starvsfólki, sum strembar eftir fakligari vitan og menning, og  sum hevur áhuga í at arbeiða í námsfrøðiligum umhvørvi, har støði verður tikið  í førleikum og menning hjá hvørjum borgara sær.

Um Eind 9 í Trivnaðardeplinum
Verkhúsið Stíggjur er partur av Eind 9, sum veitir virknistænastur til borgarar, við menningartarni og við autismu í Tórshavn, Runavík og Klaksvík.

Málbólkurin fevnir breitt frá borgarum, sum hava brúk fyri nógvum stuðli og røkt, til borgarar, sum í høvuðsheitunum eru sjálvbjargnir. Í eindini starvast á leið 50 starvsfólk og umleið 160 borgarar fáa tænastur í eindini.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið og er í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 9. Starvsfólk mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann vera umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta HER

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 11.01.22 kl 23.00.

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Poulinu Johannesen, leiðara  tlf. 29 76 30, ella Elisabeth Henriksen, eindarleiðara tlf. 29 74 32.



Les meira