Farin undir hægri lesnað? Sí møguleikarnar í ArtiCon!

ArtiCon


Okkara vøkstur er grundaður á holla fakliga vitan, og vit raðfesta tí útbúgving og vilja fegin samstarva við lesandi, ið eru undir hægri lesnaði.

ArtiCon bjóðar millum annað:
·        Starvsvenjing
·        Summarstørv
·        Samstarv í sambandi við lestraruppgávur
·        Lærupláss at nema sær eina grundútbúgving

Starvsvenjing
Starvsfólkahópurin hjá ArtiCon er breitt samansettur, og tí eru møguleikarnir fyri starvsvenjing nógvir. Vit bjóða millum annað starvsvenjing fyri lesandi innan verkfrøði, byggifrøði, landmáting, búskaparfrøði, HTU og HR.

Vit hava góðar royndir av at samstarva við lesandi yvir styttri og longri tíðarskeið, og dentur verður lagdur á, at báðir partar fáa sum mest burturúr.

Vit lýsa javnan eftir starvsnæmingum, og harumframt ert tú altíð vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn.

Summarstarv
ArtiCon bjóðar javnan lesandi inn at starvast í einum løntum summarstarvi. Sum lesandi hevur tú møguleika at gerast nógvar royndir ríkari samstundis við, at tú kanst vinna tær eina inntøku.

Skriva tína uppgávu saman við okkum
Manglar tær íblástur, ella manglar tær eina “case” til tína verkætlan, tína bacheloruppgávu ella tína høvuðsritgerð, vilja vit fegin hjálpa tær ávegis.

Vit stremba altíð eftir at menna okkum fakliga, og vit virðismeta tí samstarvið við lesandi. Tín verkætlan ella uppgáva kann hjálpa okkum at menna okkara framleiðslu og byggiloysnir, og harvið kann tín vitan leggja lunnar undir ítøkiligan vøkstur.

Ert tú áhugað(ur) í at samstarva við ArtiCon um tína komandi uppgávu, kanst tú seta teg í samband við HR-leiðaran.

Kom og møt ArtiCon!
ArtiCon luttekur javnan í starvstiltøkum bæði í Føroyum og uttanlands. Vit luttaka fast á Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og harumframt eru vit javnan at hitta á hægri lærustovnum. Kom og møt okkum og hoyr, hvussu tú kanst byrja tína starvsleið hjá ArtiCon.

Samband
Ert tú lesandi og vilt hoyra meira um tínar møguleikar hjá ArtiCon? Tú er vælkomin at venda tær til HR-deildina á telefon 350700 ella 286171.



Les meira