Familjuráðgevi til Barnaverndartænastuna

Tórshavnar kommuna


Barnaverndartænastan í Tórshavn søkir eftir familjuráðgeva til eitt fast starv á 40 tímar um vikuna frá 1. februar 2019 ella skjótast tilber.

Familjuráðgevingin er partur av Barnaverndartænastuni á Sosialu deild í Tórshavnar kommunu. Í Barnaverndartænastuni starvast sosialráðgevar, familjuráðgevar, sálarfrøðingar og skrivarar. Arbeiðið í Barnaverndartænastuni verður framt í tøttum samstarvi millum ymisku fakbólkarnar. Umframt innanhýsis samstarv eru nógvir aðrir samstarvspartar, t.d. skúlar og stovnar, sum á einhvønn hátt hava samband við børn og ung.

Endamálið við Familjuráðgevingini er at ráðgeva og stuðla familjum, ið eru fevndar av barnaverndarlógini, fyri at tryggja at børn ikki liva undir viðurskiftum, sum eru skaðilig fyri teirra heilsu og menning. Í arbeiðinum møtir familjuráðgevin fólkum í ymiskum aldursbólkum og umstøðum, tá ið ræður um familjumynstur, sálarlig, sosial og fíggjarlig viðurskifti.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at:

•  ráðgeva og stuðla familjum, sum hava trupulleikar av ymiskum slag
•  ráðgeva og vegleiða um foreldraleiklutin og um tørv og menning hjá einstaka barninum
•  hava eftirlit ella stuðla í samveru ímillum foreldur og børn

VIT KUNNU BJÓÐA:
• eitt avbjóðandi og áhugavert starv
• møguleika fyri fakligari og persónligari menning, umframt supervisión og góðar samstarvsfelagar
• eitt arbeiðspláss, har strembað verður eftir at fakliga støðið eins væl og tænastustøðið er høgt
• at vera við í eini tilgongd við Signs of Safety

VIT YNSKJA EIN FAMILJURÁÐGEVA SUM:
• hevur góð samstarvsevni, men eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt
• er álítandi og mentaliserandi
• kann arbeiða undir trýsti
• hevur góðan skriviførleika og dugir at tosa enskt er við til og megnar at tryggja eitt fakligt støði í arbeiðinum

FØRLEIKAKRØV
• Námsfrøðingur við viðkomandi eftirútbúgving og royndum innan økið

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn við prógvum og CV skal sendast til Tórshavnar kommunu sum teldupostur á torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 4. januar 2019. Merk umsóknina „Familjuráðgevi“.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ber til at tosa við Súsan Hvidbro, samskipara, ella Jancy Biskopstø Klein, leiðara, á telefon 302060.



Les meira