Eysturoyar Apotek

Apoteksverkið


Søkt verður eftir farmakonomi fyri eitt starvsfólk í barsilsfarloyvi.
Barsilsfarloyvisstarvið fevnir um 30 tímar um vikuna (ella eftir avtalu).

Setan: 1. februar 2019 og fram til 31. december 2019.

Vit vænta at:

·         tú ert fakliga væl fyri
·         tær dámar at avgreiða viðskiftafólki
·         tú hevur góð samarbeiðsevnir
·         tú ert jalig/ur og ein góð/ur starvsfelagi
·         tú ert álítandi og arbeiðssom/arbeiðssamur
·         tú møtir væl upp
·         tú hevur royndir innan apoteksarbeiði
·         tú luttekur á fakligum átøkum, morgunfundum o.l.

Arbeiðsøkið er í høvuðsheitum skranki.

Umsóknarfreist: 10. januar 2019

Roynartíð 3 mánaðir.

Løn eftir sáttmála millum fíggjarmálaráðið og farmakonomfelagið.

Meira fæst at vita við at venda sær til Ingun Hansen, apotekara ella Petsy Midjord, leiðandi farmakonom. T-post adr.: ingun.hansen@apotek.fo ella petsy.midjord@apotek.fo

Skrivlig umsókn, saman við prógvi, CV og møguligum ummælum, skal sendast til:

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6
FO – 620 Runavík
Telefon 473400
www.apotek.fo
Teldupostadr. eysturoyar@apotek.fo



Les meira