Ert tú okkara nýggi ráðgevi innan leiðslukunning?

Stýr


Stýr stendur í vøkstri og tørvar enn ein dugnaligan ráðgeva til leiðslukunning (Business Intelligence).

Ein vaksandi partur av okkara virksemi er ráðgeving og menning av rapportum til leiðslukunning. Talan er serliga um Power BI rapportir til millum annað:

  • Sølutøl
  • Goymslustýring
  • Fíggjarlig hagtøl
  • Fakskipanir

Hevur tú royndir við leiðslukunning og Power BI ella øðrum líknandi skipanum, vilja vit fegin hoyra frá tær. Eisini vilja vit hoyra frá tær, um tú hevur aðrar viðkomandi royndir og hug at menna teg innan leiðslukunning. Vit syrgja fyri neyðugu upplæringini.

Stýr veitir ráðgeving og tænastur, grundaðar á Microsoft Dynamics 365 Business Central. Vit hava fleiri enn 200 virknar kundar í Føroyum og í Danmark.

Tú hevur

  • Staðið viðkomandi KT-útbúgving
  • Áhuga fyri KT skipanum til fíggjarstýring
  • Áhuga fyri at betra um arbeiðshættir hjá kundum
  • Gott eyga fyri at finna loysnir til avbjóðingar hjá kundum
  • Evnir og hug at seta teg inn í nýggja tøkni
  • Áhaldandi og miðvíst arbeiðslag

Vit bjóða tær

  • Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum
  • Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
  • Hollar og hjálpssamar starvsfelagar
  • Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi
  • Bestu staðseting í býnum
  • Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir

Spurningar?
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Snæbjørn Jacobsen, stjóra – telefon 551551, teldupost sbj@styr.fo ella Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo

Umsókn
Umsókn við CV og prógvum verður at senda til sbj@styr.fo. Umsóknarfreistin er 17. januar 2022. Vit taka ímóti umsóknum og halda samrøður so hvørt.



Les meira