Ergoterapeutur ella fysioterapeutur til Hjálpartól

Almannaverkið


Deildin Hjálpartól í Almannaverkinum søkir eftir einum ergo- ella fysioterapeuti, sum hevur eginleikan at finna røttu loysnirnar - røttu hjálpartólini - ið geva borgarum okkara eitt sjálvstøðugari og betri lív.

Um starvið

Talan er um eitt fast starv 40 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum. Møguleiki er fyri niðursettari tíð. Starvsstaðurin er í Havn, men møguleiki er fyri at arbeiða partvíst á deildunum í Runavík ella Klaksvík.

Arbeiðsuppgávur

Fremsta uppgávan hjá deildini Hjálpartól er at veita borgarum, sum hava varandi tørv á hjálpartólum fyri at liva eitt betri og meira sjálvbjargið lív, røttu tólini og røttu loysnirnar. Mangan er talan um lívsbroytandi hendingar, sum venda lívinum hjá borgaranum á høvdið. Skaðin, brekið ella sjúkan seta stór krøv til tann einstaka, foreldrini og avvarðandi annars.

Okkara uppgáva í deildini Hjálpartól er at eyðmerkja avbjóðingarnar, finna røttu loysnirnar og seta neyðugu broytingarnar í verk. Talan er um alt frá koyristólum, íbúðarbroytingum, stuðli til bil, hjálpartólum til persónligt reinføri, samskiftistólum og nógv annað. Felags fyri avbjóðingarnar er, at støði skal takast í avbjóðingum og varandi tørvi hjá tí einstaka.

Hetta er ein serlig uppgáva, sum krevur, at tú dugir at síggja borgaran, familjuna, umhvørvið, viðkomandi livir og ferðast í og ikki minst tøku hjálpartólini í eini heild, og dugir at finna røttu loysnina. Hetta er eitt starv, har tú hevur møguleika at gera mun.

Vit vegleiða og ráðgeva eisini øðrum almennum myndugleikum um hesi evni og um nýbyggingar til borgarar við virkistarni.

Uppgávan hjá okkum er at finna røttu loysnirnar, og tí eru vit nógv úti hjá borgaranum, men nógv er eisini at gera við skrivaraborðið. Starvsfólk verða upplærd í at arbeiða innan økið og verða boðin førleikamennandi skeið eftir avtalu.

Tænastur okkara fevna um alt landið, so tí má roknast við ferðing/koyring.

Førleikakrøv

Útbúgving sum løggildur ergo- ella fysioterapeutur og koyrikort til bil.

Væntanir

Vit leita eftir umsøkjara, sum dugir at seta seg inn í ta mangan torføru støðu, sum borgarar eru í.  Vit hava tørv á fólki, sum síggja heildir, finna loysnir og sum hóska væl til okkara fjølbroytta toymið, bæði fakliga og persónliga.

Okkara uppgáva er at finna røttu tólini til sera ymiskar avbjóðingar, og tí leggja vit dent á áræði, forvitni, sterkar samstarvseginleikar við bæði starvsfelagar, aðrar fakbólkar, borgarar og avvarðandi. Umráðandi er at kunna umstilla seg til nýggjar upplýsingar og avbjóðingar. Neyðugt er at duga at finna góðu loysnirnar, sum rúmast innan verandi lógarkarm.

Vit vænta eisini, at umsøkjari hevur hug og hegni at skjalfesta, hevur góðar telduførleikar, dugir at samskifta í samstarvinum við okkara skipanir og aðrar almennar myndugleikar. Skipanirnar eru á føroyskum.

Vit kunnu bjóða

Eitt gott arbeiðspláss við virkisfúsum og dugnaligum starvsfólkum. Vit bjóða eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Tú verður partur av einum fjølbroyttum toymi og fert at samstarva við okkara verkstaðsfólk, goymslufólk, ráðgeva, ergo- og fysioterapeutar og deildarleiðaran í einum mennandi umhvørvi.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum í deildini Hjálpartól. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Lønar- og setanarviðurskiftini eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið ella Fysioterapeutfelag Føroya.

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta her

Freist

Freistin at søkja er 05.01.2023 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar

Eru spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigrun Mikkelsen, deildarleiðara, á telefon 238316.



Les meira