ENDURLÝSING – sjúkrarøktarfrøðingur til Demensdepilin

Demensdepilin


Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, og vilt tú vera við til at menna virksemið á fyrsta Demensdeplinum í Føroyum, sum lat upp í apríl, so er tað tær vit leita eftir. Talan er um nýtt starv, og gerst tú partur av einum starvsfólkahópi, sum hevur drúgvar royndir á demensøkinum.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir. H&U er í støðugari menning, og umframt nýggja Demensdepilin letur eisini nýggjur Umlættingar- og rehabiliteringsdepil upp í ár.

Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði, har ein stór um- og útbygging er framd, og verandi virksemið á demensdeildini Kristianslon og dagtilhaldinum Tjarnarlon eru partar av deplinum. Á Demensdeplinum eru tíggju búpláss, sjey stuttíðarpláss, venjingartilboð, dagtilboð, og seinni verða eisini kvøldtilboð og veitast skal ráðgeving, vegleiðing og undirvísing til heimabúgvandi borgarar við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so tíðliga í sjúkugongdini sum møguligt, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív hóast sjúkuna. Ein liður í hesum er, at demenssamskiparir á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku. Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum vera sostatt fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan.

Starvið
Talan er um áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum, og fjølbroyttum uppgávum. Tú fært, møguleika at skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har borgarar, avvarðandi og starvsfólk trívast.

Tú ert virkin partur av virkseminum, og fært saman við starvsfeløgum og leiðslu ábyrgd av, at depilin røkkur sínum endamáli. Tú virkar fyri, at at skapa eitt demensvinarligt umhvørvi, har dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd, og at røktarætlanir og borgaragongdir verða fylgdar.

Søkt verður eftir
Einum sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv á setanarbrøki 1,0 til setan 1. februar 2022, har møguleiki er fyri lægri brøki. Arbeitt verður í dagvakt og 3. hvørt vikuskiftið

Vit vænta at

  • Tú hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, og útbúgving sum demenssamskipari kann vera ein fyrimunur
  • Tú hevur vitan um og royndir innan demensøkið, persónssentreraða umsorgan og at skapa eitt miljøterapeutiskt tilboð
  • Tú kanst taka ábyrgd av sjúkrarøktarfakligum uppgávum og arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú kanst vegleiða borgara og avvarðandi
  • Tú kanst kveikja eitt lærandi umhvørvið, og miðla vitan bæði skrivliga og munnliga
  • Tú ert tænastusinnað/-ur og finnur loysnir
  • Tú ert opin og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Tú ert tolin, rúmandi og rólig/-ur av lyndi

Vit bjóða

  • demensskeið við starvsbyrjan, og møguleika fyri víðari fakligari menning
  • felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt innleiðslu á Demensdeplinum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • ávirkan á innihaldið í tilboðnum á Demesdeplinum

Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!

Løn- og setanartreytir
Størvini vera sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Starvsbyrjan er 1. februar 2022, møguleiki er at seta fram ynski um starvsbrøk, og verður hesin avtalaður partanna millum. Talan er um dagvaktir og triðja hvørt vikuskiftið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda tær til Dianu P. Strøm, deildarleiðara, telefon 21 18 08, ella á teldupost dianas@torshavn.fo

Umsókn við prógv, lívsrensl (CV) og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast til torshavn@torshavn.fo. Merkið umsóknina »Sjúkrarøktarfrøðingur Demensdepilin«.

Umsóknarfreistin er 3. januar 2022.



Les meira