ENDURLÝSING – heilsurøktari og heilsuhjálpari til Demensdepilin

Demensdepilin


Hevur tú útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari, og vilt tú vera við til at menna virksemið á fyrsta Demensdeplinum í Føroyum, sum lat upp í apríl, so er tað tær vit leita eftir. Talan er um nýtt starv, og gerast hett starvsfólk partur av einum starvsfólkahópi, sum hevur drúgvar royndir á demensøkinum

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir. H&U er í støðugari menning, og umframt nýggja Demensdepilin lat eisini nýggjur Umlættingar- og rehabiliteringsdepil upp í ár.

Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði, har ein stór um- og útbygging er framd, og verandi virksemið á demensdeildini Kristianslon og dagtilhaldinum Tjarnarlon eru partur av deplinum. Á Demensdeplinum eru tíggju búpláss, sjey stuttíðarpláss, venjingartilboð og dagtilboð. Seinni verða eisini kvøldtilboð og veitast skal ráðgeving, vegleiðing og undirvísing til heimabúgvandi borgarar við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so tíðliga í sjúkugongdini sum møguligt, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív hóast sjúkuna. Ein liður í hesum er, at demenssamskiparir á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku. Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum vera sostatt fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan.

Størvini
Talan er um áhugaverd størv við nógvum fakligum avbjóðingum, og fjølbroyttum uppgávum. Tú fært, møguleika at skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har borgarar, avvarðandi og starvsfólk trívast.

Tú ert virkin partur av virkseminum, og fært saman við starvsfeløgum og leiðslu ábyrgd av, at depilin røkkur sínum endamáli. Tú virkar fyri, at at skapa eitt demensvinarligt umhvørvi, har dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd, og at røktarætlanir og borgaragongdir verða fylgdar.

Søkt verður eftir

  • einum heilsurøktara í fast starv á setanarbrøki 1,0 til setan 1. februar 2022, har møguleiki er fyri lægri brøki. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskiftið
  • einum heilsuhjálpara í fast starv á setanarbrøki 1,0 til setan 1. februar 2022, har møguleiki er fyri lægri brøki. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskiftið

Vit vænta at

  • Tú hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Útbúgving sum demenssamskipari kann vera ein fyrimunur
  • Tú hevur vitan um og royndir innan demensøkið, persónssentreraða umsorgan og at skapa eitt miljøterapeutiskt tilboð
  • Tú kanst vegleiða borgara og avvarðandi
  • Tú kanst kveikja eitt lærandi umhvørvið, og miðla vitan bæði skrivliga og munnliga
  • Tú ert tænastusinnað/-ur og finnur loysnir
  • Tú ert opin og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Tú ert tolin, rúmandi og rólig/-ur av lyndi
  • Tú kanst skipa fyri gerandisaktivitetum og innihaldi av kreativum, sansastimbrandi slag

Vit bjóða

  • demensskeið við starvsbyrjan, og møguleika fyri víðari fakligari menning
  • felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt innleiðslu á Demensdeplinum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • ávirkan á innihaldið í tilboðnum á Demesdeplinum

Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!

Løn- og setanartreytir

  • Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og avvarðandi yrkisfelag.
  • Starvsbyrjan er 1. februar 2022, møguleiki er at seta fram ynski um starvsbrøk, og verður hesin avtalaður partanna millum. Talan er um størv í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskiftið.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda tær til Dianu P. Strøm, deildarleiðara, telefon 21 18 08, ella á teldupost dianas@torshavn.fo

Umsókn við prógv, lívsrensl (CV) og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast til torshavn@torshavn.fo. Merkið umsóknina »Heilsurøktari og heilsuhjálpari Demensdepilin«.

Umsóknarfreistin er 3. januar 2022.



Les meira