ENDURLÝSING – fulltrúi til Barna- og ungdómsdeildina

Tórshavnar kommuna


Hevur tú holla fakliga vitan, royndir og evni at arbeiða við fyrisiting, menniskjum, borgaratænastu, heildarhugsanum, greiningum og menningartilgongdum, so ert tú møguliga persónurin til avbjóðandi starv sum fulltrúi á barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar kommuna ynskir støðugt at styrkja og menna námsfrøðiliga tænastustøðið og skipanarliga grundarlagið á dagstovnaøkinum, ið er týðandi virkisøki í kommununi.

Barna- og ungdómsdeildin er deild í trivnaðarfyrisitingini. Deildin umsitur barna- og ungdómsøkið, dagstovnar, frítíðarskúlar, ungdómshús og veitir námsfrøðiliga ráðgeving og stuðul til børn við serligum avbjóðingum.Deildin hevur bæði fyrisitingarligar og ráðgevandi uppgávur eisini til politisku skipanina.

Arbeiðsøki
Fulltrúin skal vera við til at menna dagstovnaøkið viðvíkjandi námsfrøði, tænastu, dygd og skipan í samstarvi við leiðslu við serligum denti á hesar høvuðsuppgávur:

Samskipa og seta í verk átøk og menningarætlanir á økinum, og tvørgangandi samstarv innanhýsis og uttanhýsis
Menna og orða yvirskipaðar leiðreglur á barna- og ungdómsøkinum
Skipa fyri tørvsgreiningum á økinum
Eftirmeta, lýsa, innsavna og viðgera tilfar, tilmæla og eftirmeta – at lýsa økið sum heild, harundir hagtøl og frágreiðingar sum liður í fyrisitingarligu og politisku málunum at tryggja dygd í tænastu og skipan

Førleikakrøv
Tú skal hava viðkomandi hægri útbúgving og viðkomandi fyrisitingarligar royndir
Tú skal hava hug og hegni at arbeiða við menniskjum, taltilfari og greiningum, og royndir at samskipa og seta í verk menningartilgongdir
Tú skal duga væl at málbera teg í skrift og talu
Tú skal hava eina fatan av, hvat tað vil siga at arbeiða í eini politiskari skipan
Tú skal hava breitt samfelagsligt medvit

Vit vænta, at tú:
megnar at arbeiða við námsfrøðiligu tænastuni og í fyrisitingarligari-, bygnaðarligari- og politiskari skipan
arbeiðir saman við øðrum, sjálvstøðugt og sjálv/-ur taka stig
virkar fyri góðum samstarvi
hevur KT-førleika til vanligastu forritini
megnar at greiða úr hondum størri skrivlig avrik
megnar at arbeiða í skjótt broytandi umstøðum

Setanarviðurskifti
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera Tórshavnar kommunu, í hendi seinasta lagi 4. januar 2021. Merkið umsóknina »Fulltrúi til barna- og ungdómsdeildina«. Umsóknin skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, leiðara á Barna- og ungdómsdeildini, telefon 302010.



Les meira