ENDURLÝSING: BYGGIMÁLSVIÐGERI TIL BYGGI- OG UMHVØRVISDEILDINA

Tórshavnar kommuna


Tórshavnar kommuna ynskir at skapa bestu karmar fyri borgaran, og nú nógv byggivirksemi er í kommununi, søkja vit eftir dugnaligum fólki til eitt spennandi og avbjóðandi starv innan byggiøkið.

DEILDIN
Í løtuni starvast 10 fólk á Byggi- og umhvørvisdeildini, sum umsitur bygging, matrikulering og umhvørvi. Deildin er partur av teknisku fyrisiting, og høvuðsuppgávan er m.a. at viðgera allar umsóknir viðvíkjandi bygging og útstykking.

AÐRAR UPPGÁVUR ERU:
• byggieftirlit og byggiváttanir
• matrikulviðurskifti
• umhvørvismál
• sýn og góðkenningar
• at vegleiða borgarar

Vit eru eitt sterkt toymi við servitan innan galdandi lógir, kunngerðir og samtyktir viðvíkjandi bygging og umhvørvi. Hjá okkum er rúm fyri ymiskleika, og deildin leggur stóran dent á jaligan hugburð, gott samskifti og góða tænastu.

UM STARVIÐ
Tú kemur fyrst og fremst at arbeiða við útstykkingarætlanum, herundir at tryggja, at tær eru í tráð við galdandi reglur, og kemur tú at samskipa hetta við aðrar deildir og myndugleikar. Vanlig byggimálsviðgerð, eftirlit, fyrireiking av málum til nevndarviðgerð eru eisini ein partur av dagliga arbeiðinum.

Hevur tú hug at arbeiða innan byggiøkið og gera tína ávirkan galdandi saman við dugnaligum starvsfólkum í umsitingini, so er hetta rætta starvið til tín.

FØRLEIKAKRØV
Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan verkfrøði, byggifrøði ella líknandi. Tú skalt hava lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og hava góðan teldukunnleika.

HARUMFRAMT ER TAÐ EIN FYRIMUNUR UM TÚ HEVUR:
• vitan um galdandi lóggávu innan byggiøki
• royndir innan ella kunnleika um útstykking, lendisarbeiði, kloakk og vegagerð
• royndir innan almenna fyrisiting

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR
Dentur verður lagdur á, at tú hevur góð evni at samstarva og samskifta, at tú ert fyrikomandi og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt.

SETANARVIÐURSKIFTI
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast til ber. Starvið er lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

SAMBAND OG FREIST
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla á Grindafløtti, deildarleiðara, á telefon 215323 ella Marius Müller, tekniska stjóra, á telefon 302408.

Umsókn við CV, avriti av prógvi, og møguligum øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 14. januar 2019.

Viðmerk umsóknina „Byggimálsviðgeri“.



Les meira