Embedded Software mennari

TechCare


TechCare er ein framsøkin mennari av umsorganartøkni. Techcare miðar eftir at veita eldri- og óhjálpnum borgarum tryggleika, í egnum heimi. Vit hava tørv á fleiri starvsfólkum at bera okkara loysnir út í heim. Vit hava ment eina kropsborna eind sum tú kemur at arbeiða við at forrita. Eisini kemur tú at verða við í arbeiðinum at víðarimenna eindina.

Um teg
● Tú hevur hollar royndir innan: C++
● Tú hevur royndir við microcontrollarum so sum: ESP32, Arduino ella líknandi
● Tú trívist í einum skiftandi umhvørvi har tað er stutt ímillum hugskot og avgerð
● Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan PCB Design, FreeRTOS og AWS IoT

Títt nýggja toymi
Vit halda til í Hugskotinum, í Sjóvinnuhúsinum. Her arbeiða vit í opnum arbeiðshølum saman við ørðum íverksetum. Fakliga støði er høgt. Vit arbeiða miðvíst, men raðfesta ein stuttligan gerandisdag. Vit nýta GitHub til keldukotu- stýring og ummæli, Slack til innanhýsis samskifti, Jira til uppgávustýring og VSCode til forritan.

Vit bjóða
● Kappingarføra løn
● Stimbrandi arbeiðsumhvørvi
● Liðiligar arbeiðstíðir
● Tíðandi arbeiði har tú hevur ávirkan

Umsókn
Umsókn saman við møguligum próvskjølum og CV skal sendast til starv@techcare.fo. Umsøknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknarfreist er 7. januar 2019. Samrøður verða hildnar leypandi og miðað verður eftir at seta starvið skjótast gjørligt.

Spurningar kunnu vendast til Brian Bischoff á 522244 ella brian@techcare.fo.



Les meira