Eitt starvsfólk til dag- og umlættingarstovnin Mýrisóljan í Runavík

Almannaverkið


Almannaverkið sóknast eftir námsfrøðingi ella fólki við námsfrøðiligari útbúgving/ sjúkrarøktarfrøðingi ella fólk við aðrari heilsufrøðiligari útbúgving til Dag- og Umlættingarstovnin Mýrisóljan í Runavík. Vit ynskja umsøkjarar, sum kunnu vera við til at bjóða borgarum ein tryggan, skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar og málini, sum arbeitt verður fram ímóti, eru at virka fyri, at borgarin fær neyðugan stuðul og umsorgan. Vit virðismeta ymisleikar og stuðla borgarunum í at gerast so sjálvbjargin, sum fyritreytirnar hjá teimum loyva. Javnvirði er partur av gerandisdegnum, og saman við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum skalt tú bjóða borgarum ein tryggan, skipaðan og mennandi dag. Vit arbeiða tvørtur um fak og tvørtur um stovnarnar í eindini og leggja dent á góðan trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap.

Um starvi
Eitt fast starv 30 tímar um vikuna frá 01.02.2021. Arbeitt verður 4 dagvaktir og 8 náttarvaktir í einum 4. vikur rulli.

Førleikar
Námsfrøðilig útbúgving ella heilsufrøðilig útbúgving. Um eingin skikkaður við nevndu útbúgving søkir, kunnu størvini verða fyribils sett við hjálparfólki.

Væntanir
Væntað verður, at tú ert fakliga væl fyri og ert við til at leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tað er ein treyt, at umsøkjarin megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan.

Tað hevur týdning, at tú hevur hug og hegni at arbeiða við fólki og hevur hug at vera um og betra um gerandisdagin hjá fólki við menningartarni, fjølbreki og fysiskum breki. Umráðandi er, at tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, skiltur og hjálptur.

Um Eind 2 í Trivnaðardeplinu
Dag- og Umlættingarstovnurin Mýrisóljan er í Eind 2 í Trivnaðardeplinum. Eind 2 veitir tænastu í Eysturoy og í Norðoyggjum til børn og vaksin við menningartarni, fjølbreki og fysiskum brekum. Tænasturnar umfata umlætting, bústaðir, stuðul og dag- og frítíðartilboð.

Til eindina hoyrir Sambýlið í Blikagøtu, Búfelagsskapurin á Blikagøtu, dag- og umlættingarstovnurin Mýrusóljan, 2 stuðulstoymi og fleiri stuðulsfólk. Meiri kunning um Eind 2 fæst við at trýsta her

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 2. Viðkomandi, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 30.12.2020 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hugo Leo, eindarleiðara á tlf. 297376 ella til Joan K. Olsen, leiðara á tlf. 297685.



Les meira