Eitt starv har hvørt fet ger munin

Almannaverkið


Almannaverkið søkir eftir einum kveikjandi fysioterapeuti, sum fet fyri fet skal hjálpa borgarum at vinna arbeiðsførleikan og lívið aftur

Høvuðsuppgávan hjá fysioterapeutinum er at veita endurvenjing til borgarar í arbeiðsførum aldri, har tað við venjing ber til, heilt ella partvíst, at endurvinna sama førleika sum frammanundan, soleiðis at borgarin fær eitt so virkið og sjálvstøðugt arbeiðs- og heimalív sum gjørligt.

Talan er um eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, sum tekur útgangsstøði í veruleikanum og avbjóðingunum hjá tí einstaka borgaranum. Við einum góðum eyga fyri styrkjum og førleikum, er uppgávan at leggja venjingina til rættis, so hvør tími flytur borgaran nærri settum máli. Tað er ofta ein fyrimunur at skipa venjingina í tí umhvørvi, sum borgarin vanliga ferðast í, og á tann hátt betra um gerandisdagin hjá viðkomandi.

Arbeiðsuppgávur 
Arbeiðið er skipað í einum tvørfakligum hugsunarhátti, har fysioterapeuturin brúkar ymisku háttaløgini og fakøkini á bestan hátt. Uppgávurnar eru millum aðrar at viðgera umsóknir um endurvenjing, at veita kropsliga venjing, økja kropskensluna, rørsluna, styrkina og stabilitetin og at betra um úthaldni og javnvág.

Harumframt verður dentur lagdur á at betra um gonguførleika og at finna røttu hjálpartólini, sum styðja undir endurvenjingina. Metast skal um førleikar í mun til tænastur, venjingar og fyriskipanir, umframt at loysa fyrisitingarligar uppgávur.

Arbeiðið er býtt millum økini í Norðstreymi, Suðurstreymi og í avmarkaðan mun eisini í Sandoynni og Suðuroynni. Tíð er eisini til fyrisitingarligar uppgávur og at leggja tær til rættis. Talan er bæði um venjingar í bólki og einstaklingavenjingar.

Starvið 
Talan er um eitt fast starv 40 tímar um vikuna, har tað er møguleiki fyri færri tímum. Starvið er til setan 15. januar 2020, ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv 
Útbúgving sum løggildur fysioterapeutur.

Væntanir  
Vit leita eftir umsøkjarum, sum hava áhuga fyri tí einstaka og avbjóðingum teirra. Sum vita nær tað er neyðugt at trýsta og nær steðgast skal á, so tann einstaki borgarin vinnur upp brekkuna. Vit vænta sterkar samstarvseginleikar við bæði starvsfelagar, aðrar fakbólkar, borgarar og avvarðandi. Vit leita eftir umsøkjarum, sum hóska væl til toymið, bæði fakliga og persónliga. Tað er neyðugt at duga at arbeiða sjálvstøðugt, at leggja arbeiðsdagin væl til rættis og at tola at arbeiða undir trýstið. Eitt gott mál í skrift og talu eru neyðugir førleikar, umframt at umsøkjarar mugu hava koyrikort til bil.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum. Starvstaðurin er í løtuni í Tórshavn. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann vera umskipað.

Umsókn  
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”.

Freist 
Umsóknir skulu vera Almananverkinum í hendi í seinasta lagi 3. januar 2020 kl. 23.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Guðrið Jacobsen, deildarleiðara á telefon 387307.

Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 65 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman uppá nærum óteljandi mátar.



Les meira