Eindarleiðari til búeind í Heilsu- og Umsorganartænastuni

Tórshavnar kommuna


Tórshavnar kommuna søkir eftir eindarleiðara til eina av búeindunum í Heilsu- og umsorganartænastuni til setan 1. mars 2019 ella skjótast til ber.

Heilsu- og umsorganartænastan varðar av eldraøkinum í Tórshavnar kommunu. Heilsu- og umsorganartænstan er skipað í tríggjar eindir undir Heilsu- og umsorganarfyrisitingini, og hvør eind hevur sín eindarleiðara.

Ein eind veitir tænastur til heimabúgvanandi borgarar, hendan eindin er staðsett í Heilsuhúsinum. Hinar báðar eindirnar eru búeindir. Í búeindunum eru øll røktarheimini, ellisheim, sambýlir og heim fyri fólk við demenssjúku. Hvør eind hevur áleið 110 búpláss.

STARVIÐ
Sum eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni hevur tú fíggjarliga, fakliga og fyrisitingarliga ábyrgd av tínari eind. Eindarleiðarin skal tryggja eina vælvirkandi eind, sum er skipað og rikin í samsvari við galdandi lóggávu og politikkir á økinum. Eindarleiðarin hevur saman við hinum eindarleiðarunum og heilsu- og umsorganarstjóranum ábyrgd av, at Heilsu- og umsorganartænastan virkar sum ein felags eind, har borgarin fær eina samskipaða heildartænastu.

Talan er um spennandi starv við nógvum og fjølbroyttum uppgávum. Tín eind hevur 110 búpláss, 160 ársverk harav 8 deildarleiðarar.

Í tøttum samstarvi við hinar eindarleiðararnar og heilsu- og umsorganarstjóran ert tú við til at mynda bæði gerandisdagin og framtíðina á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu. Tú verður somuleiðis partur av upptøkunevndini til bústovnar á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu.

FØRLEIKAKRØV 
Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving á minst bachelorstøði og aðra viðkomandi hægri útbúgving t.d. innan leiðslu. Harumframt hevur tú drúgvar royndir og/ella útbúgving innan demensøki og drúgvar leiðsluroyndir.

Umsøkjarin má tola møguligar broytingar í starvinum.

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR

  • Hevur góðar førleikar at leiða, at seta í verk, og at gjøgnumføra átøk
  • Dugir at síggja heildina, kann hava nógvar bóltar í luftini, og dugir at útdelegera
  • Dugir væl at samskifta bæði í skrift og talu og dugir at lurta
  • Tolir støður við ósemjum og er semjusøkjandi
  • Dugir at finna felags loysnir umframt at arbeiða í einum fjøltáttaðum og til tíðir hektiskum umhvørvi
  • Er vælskipað/-ur og greið/-ur
  • Hevur góðar KT-førleikar, fíggjarligar førleikar og fakligar førleikar

SETANARTREYTIR
Starvið er eitt fulltíðarstarv og lønt sambært avtalu millum avvarðandi fakfelag og KAF / fíggjarmálaráðið.

UMSÓKN
Send umsókn við CV og prógvum til torshavn@torshavn.fo seinast 16. januar 2019. Viðmerk umsóknina „Eindarleiðari“.

Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 4.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðfríð L. Jacobsen, Heilsu- og umsorganarstjóra á telefon 302000 ella umvegis eydfridj@torshavn.fo

STUTT UM HEILSU- OG UMSORGANARTÆNASTAN

Heilsu- og umsorganartænastan arbeiðir dagliga við at veita borgarum røkt, viðgerð, fyribyrgjan, heilsufremjan og rehabilitering. Fyri at tryggja, at kommunan eisini í framtíðini kann veita borgaranum eina haldgóða tænastu, arbeiða vit miðvíst á fleiri økjum, t.d. við rehabiliteringsverkætlan, vælferðartøkni, og førleikamenning av starvsfólki.

Løgfrøðiliga grundarlagið undir Heilsu- og umsorganartænastuni er løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Vit leggja stóran dent á at hava góð og fjølbroytt tilboð til borgaran, og at tænastan, vit veita, er dygg og munagóð. Eisini leggja vit dent á at tryggja, at Heilsu- og umsorganartænastan er eitt spennandi og gott arbeiðspláss, har starvsfólk trívast og hava møguleikan at menna seg. Komandi eindarleiðarin fer sum eina av sínum høvuðsuppábyrgdarøkjum at arbeiða við at menna demensøkið, har t.d. nýggj skipan við demensdepli liggur fyri framman.



Les meira