Eftirlitsfólk til matvørudeildina

Heilsufrøðiliga Starvsstovan


Matvørudeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni søkir eftir fólki við viðkomandi náttúruvísindaligari útbúgving á kandidat, bachelor ella á tekniskum støði: t.d. matvøruverkfrøðingur, djóralækni, matvøruteknikari, laborantur ella onnur viðkomandi útbúgving.

Matvørudeildin
Matvørudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni arbeiðir við matvørutrygd. Deildin hevur eftirlit við løggildari matframleiðslu og vatnveiting. Í løtuni eru umleið 550 løggild støð kring alt landið.

Deildin hevur harafturat eftirlit við inn- og útflutningi av mati og fremur yvirvøku av matvørum.

Á matvørudeildini arbeiða 13 fólk við ymiskum útbúgvingum og fakligum førleikum.

Arbeiðsuppgávur
Sum eftirlitsfólk er høvuðsuppgávan at fremja eftirlit á løggildum eindum og viðgera umsóknir um løggildingar. Eindirnar fevna breitt, frá stórum fiska- og matvøruvirkjum og skipum til matstovur og smáar handlar og kioskir.

Tú fert eisini at svara fyrispurningum frá borgarum um nýtt virksemi, klagur o.a., og vera við til at gera mannagongdir og upplýsandi tilfar til almenningin.

Sum eftirlitsfólk á matvørudeildini fert tú at arbeiða í einum fakliga sterkum toymi, sum brennur fyri sínum arbeiði.

Tú skal møguliga vera partur av eini vaktarskipan, sum er á matvørudeildini í sambandi við útflutning av fiskavørum. Vaktarskipanin hevur skiftandi arbeiðstíðir. Um viðkomandi, ið verður settur, er djóralækni, skal viðkomandi harafturat innganga í vaktarskipan fyri embætisdjóralæknar.

Krøv til útbúgving
Vit søkja eftir fólki við viðkomandi náttúruvísindaligari útbúgving á kandidat, bachelor ella á tekniskum støði: t.d. matvøruverkfrøðingur, djóralækni, matvøruteknikari, laborantur ella onnur viðkomandi útbúgving.

Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum hava fyrimun.

Førleikar
– torir at taka avgerðir
– hevur góð samstarvsevni
– hevur koyrikort til bil
– trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum
– dugir at arbeiða sjálvstøðugt
– dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu
– dugir at samskifta á enskum
– hevur góðan telduførleika og hegni at seta teg inn í nýggjar skipanir
– vísur nærlagni í arbeiðsuppgávum

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv. Tú fert at starvast á matvørudeildini, saman við dugnaligum fólki við ymiskum útbúgvingum og hollum royndum.

Setanartreytir
Starvið er fulla tíð og verður sett skjótast gjørligt. Starvið verður sett antin sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya ella millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Sí annars heimasíðuna hjá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.tíl., skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Smyrilsvegur 7, 2. hædd, 100 Tórshavn, ella hfs@hfs.fo, í seinasta fríggjadagin tann 29. desember 2023.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Maluna Nicolinudóttir Mikkelsen, deildarleiðara, tel. 556421.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku og alilógina:

vit fyribyrgja at fólk gerast sjúk av mati
vit tryggja djóravælferðina
vit veita álítandi og altjóða góðkendar kanningar. 

Meira kunning um stovnin er á www.hfs.fo



Les meira