DYGDARMENNARI TIL DAGSTOVNAØKIÐ

Tórshavnar kommuna


Tórshavnar kommuna fer undir nýtt raðfest virksemi, har dygdarmenning og góðskumeting á dagstovnaøkinum verður skipað sum liður í at tryggja og menna námsfrøðiligu tænastuna.

Tí er eitt nýtt spennandi starv sum dygdarmennari á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu leyst at søkja. Starvið verður sett frá 1. februar 2019 ella skjótast tilber.

Dygdarmennarin hevur ábyrgd av at arbeiða við dygdarmenning á dagstovnunum, ið virka eftir dagstovnalógini.

Starvsstaðið er á Barna- og ungdómsdeildini, men lutfalsliga stórur partur av arbeiðsuppgávunum eru úti á og saman við einstøku dagstovnunum.

Dygdarmenningararbeiðið byggir á eygleiðingar, ið verða gjørdar eftir serstøkum leisti og í samskifti við stovn og leiðslu.

Uppgávan er at greina, afturboða, kveikja og seta í gongd dygdarmenningarætlanir saman við dagstovnaleiðaranum á einstaka dagstovninum.

Dygdarmennarin skal somuleiðis fylgja við dygdarmenningararbeiðinum á stovninum og gera niðurstøður út frá hesum.

Dygdarmennarin skal gera felags greiningar og tørvslýsingar til dagstovnaøkið, sum kunnu verða neyðugar.

Arbeiðshátturin er lutvíst skipaður og skal útinnast í ítøkiligum og neyvum námsfrøðiligum samskifti og samstarvi.

DYGDARMENNARIN
·        hevur ábyrgd av innanhýsis menningargreiningum til hvønn einstakan dagstovn
·        savnar inn data, afturboðar úrskurð, ger tíðar- og menningarætlan umframt uppfylging
·        hevur ábygd at seta í verk menningartilgongdir og møgulig tvørgangandi menningartiltøk í samstarvi við Barna- og ungdómsdeildina
·        skal arbeiða í tøttum samstarvi við dagstovnaleiðarar og egna leiðslu og deild
·        skrivar frágreiðing og støðulýsingar til leiðsluna.

FØRLEIKAKRØV
Vit ynskja, at tann, ið settur verður, hevur framúr gott hegni og royndir innan námsfrøðiligt virksemi, hevur gott ástøðiligt grundarlag at byggja eygleiðingar, afturboðanir, samskifti og lýsingar á.

Tann, ið settur verður í starvið, skal megna at miðla tað fakliga til ítøkilig átøk og tiltøk bæði í smálutum og størri yvirskipaðum lýsingum. Tí sóknast vit eftir einum starvsfólki við hollum námsfrøðiligum grundarlagi, ið bæði hevur vitan og persónligar dygdir til at leiða, kveikja og ganga undan við at menna arbeiðið í praksis.

Eisini skal tann, ið settur verður:
·        hava útbúgving sum námsfrøðingur og/ella innan námsfrøði
·        hava góð evni at eygleiða
·        hava góðar samstarvs- og samskiftisførleikar til at samskifta greitt bæði í skrift og talu
·        hava KT-førleika til vanligastu forritini
·        skal kunna greiða úr hondum størri skrivlig avrik
·        skal kunna tola broytingar

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. januar 2019. Umsóknin verður send til torshavn@torshavn.fo undir frámerkinum „Dygdarmennari til dagstovnaøkið“.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, deildarleiðara, telefon 302010/302014.

Dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu er skipað undir deildarleiðaranum á Barna- og ungdómsdeildini, ið vísir til Trivnaðarstjóran í kommununi. Dagstovnaøkið er víðari skipað undir 36 dagstovnaleiðarar í miðalstørri og smærri stovnum við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og klubbvirksemi. Á dagstovnaøkinum arbeiða á leið 650 starvsfólk, og á leið 3.000 børn eru knýtt at virkseminum undir Barna- og ungdómsdeildini.



Les meira