Duty Manager til Hotel Føroyar
Gist & Vist
Kundi tú hugsað tær at roynt teg sum duty manager á størsta hotellinum í Føroyum?
Vit víðka um leiðslutoymið í móttøkuni. Ert tú tann, vit leita eftir?
Tveir dutymanagers starvast á Hotel Føroyum, og hava teir felags ábyrgd av dagligu gongdini í móttøkuni. Talan er um eitt fulltíðarstarv, har arbeitt verður í vaktum mitt í viku umframt annaðhvørt vikuskifti.
Hotel Føroyar er størsta hotellið í Føroyum við 200 kømurum, 10 fundarhølum og einum vælveruøki.
Um starvið
Tín høvuðsuppgáva verður at geva gestum okkara eina framúr góða gistingaruppliving. Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
∙ At stuðla og læra starvsfólk í móttøkuni upp
∙ At gera arbeiðsskema
∙ At røkja móttøkuhandilin
∙ At stýra fíggjarætlanunum
∙ At avgreiða bíleggingar
∙ At umsita okkara gávukortsskipan
∙ Aðrar fyrisitingarligar uppgávur
∙ At syrgja fyri, at tað er greitt samskifti millum starvsfólk í móttøkuni og starvsfólk á øðrum deildum
Um teg
Tú ert tænastusinnað/ur, ikki bangin fyri at taka ábyrgd og tú fert til verka við einum jaligum hugburði.
Harafturat vænta vit, at:
∙ Tú ert álítandi
∙ Tú megnar at fimla við fleiri bóltum í luftini í senn
∙ Tú trívist í einum bráðskiftandi umhvørvi
∙ Tú dugir sera væl at handfara ósemjur og trupulleikar
∙ Tú tosar og skrivar enskt raðið
Tað er ein fyrimunur, um tú:
∙ Hevur royndir í hotelvinnuni ella ferðavinnuni
∙ Hevur royndir við bíleggingarskipanum
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 31. desember 2023. Starvsbyrjan er eftir avtalu.
Áhugaði eru vælkomin at senda eina umsókn til aleth@hotelforoyar.fo